Lurta
Eg eri vegurin og sannleikin og lívið
02.05.2020

Jesus helt fram við taluni: „Tit skulu ikki ræðast. Trúgvið á Gud, og trúgvið á meg. Í húsinum hjá Pápa mínum eru nógv rúm. Var tað ikki so, hevði eg ikki sagt, at eg fari burtur at gera tey til reiðar til tykkara. Og tá ið eg havi gjørt tey til reiðar, komi eg aftur og taki tykkum til mín, tí at tit skulu vera har, sum eg eri. Tit vita vegin, hagar eg fari.“


Tummas segði við hann: „Men, Harri, vit vita ikki, hvar tú fert; hvussu kunnu vit tá kenna vegin?“ Jesus svaraði: „Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til Pápan uttan við mær. Kenna tit meg, so kenna tit eisini Pápa mín, og frá hesi stund kenna tit hann og hava sæð hann.“


„Harri, vís okkum Pápa tín,“ segði Filip,“ og tað er okkum nóg mikið.“ „Filip,“ svaraði Jesus, „nú havi eg verið saman við tykkum so leingi, og tú veitst ikki enn, hvør eg eri? Tann, sum hevur sæð meg, hevur sæð Pápa mín. Hvussu kanst tú tá siga: „Vís okkum pápa tín?“

 

Trýrt tú ikki, at eg eri í Pápa mínum, og at Pápi mín er í mær? Tað, sum eg tali til tykkara, tali eg ikki av mær sjálvum. Pápi mín er í mær, og tað er hann, sum virkar ígjøgnum meg.


Trúgvið mær, tá ið eg sigi, at Pápi mín og eg eru eitt. Og trúgva tit ikki mær, so trúgvið tí, sum eg geri.


Jóh. 14,1-11
Nýggi Sáttmálin