Lurta
Paulusar bræv til kirkjuna í Kolosso
06.05.2020

Býurin er í Lítlaasia, og brævið er skrivað av Paulusi, meðan hann situr í fongsli. Um tað er um ár 60, tá ið hann situr fastur í Róm ella aðra staðni er óvist.

 

Kirkjan í Kolosso var stovnað av samstarvsfelaga Paulusar, Epafras, sum er saman við Paulusi, tá ið brævið verður skrivað.

 

Í brævinum sigur Paulus frá, hvussu Gud við Jesusi hevur fríað tey kristnu frá myrkursins veldi og flutt tey yvir í ríkið hjá Syni sínum. Paulus lýsir Jesu týdning við eini yrking (kapittul 1, versini 15-20): Jesus er mynd av tí ósjónliga Gudi.

 

Jesus var til áðrenn alt annað og var við, tá ið heimurin var skaptur. Øll andlig vald og myndugleikar – tað eru helst lýsingar av fíggindasinnaðum einglum, sum Kristus hevur sigrað á – eru undir honum. Kirkjan er hansara likam, og hann er høvur kirkjunnar.

 

Hesari kirkju arbeiðir Paulus fyri. Ja, bæði líður og stríðir fyri henni. Hetta fær Paulus at eggja teimum til at liva samsvarandi Jesusi og ikki at lata seg lokka av teimum úr kirkjuni, sum læra nakað annað. Eftir øllum at døma snýr henda skeiva læran seg um tilbiðjan av einglum, sum tey kalla heimsspeki, men sambært Paulusi er heilaspuni.

 

Tey kristnu eiga at liva sum Jesus, t.v.s., at tey eiga at elska og fyrigeva hvør øðrum. Paulus greiðir heilt ítøkiliga frá, hvussu tað eigur at vera við at seta upp eina greiða skipan fyri húskið. Her vísir hann á, hvussu sambandið eigur at vera millum mann og konu, foreldur og børn og trælir og harrar.


Nýggi Sáttmálin