Lurta
Tann, sum biður, fær
08.05.2020

Biðið um tað, tykkum tørvar, so fáa tit tað. Leitið, so skulu tit finna tað, sum tit leita eftir. Bankið uppá, so verður latið upp fyri tykkum.


Tann, sum biður, fær. Tann, sum leitar, finnur. Og tí, ið bankar uppá, verður latið upp fyri.


Hvør av tykkum gevur syni sínum ein stein, tá ið hann biður um breyð? Og hvør vil geva honum ein orm, tá ið hann biður um ein fisk.


Sjálvt um tit eru ónd, duga tit at geva børnum tykkara góðar gávur. Halda tit ikki, at so vil pápi tykkara á himli geva teimum góðar gávur, sum biðja hann?

 

Verið ímóti øðrum, sum tit vilja, at onnur eru ímóti tykkum. Tað siga lógin og profetarnir.

 

Gangið inn um hitt tronga portrið. Tað víða portrið førir til undirgangs, og gøtan hagar er breið. Og mong ganga ta leiðina. Men har aftur ímóti eru bæði gøtan smøl og portrið trongt til lívið, og fá eru tey, ið finna hagar.


Matt. 7,7-14
Nýggi Sáttmálin