Lurta
Eg geri einki av mær sjálvum
09.05.2020

Tá segði Jesus: „Tá ið tit eina ferð heingja meg, Menniskjusonin, upp á krossin, tá fara tit at skilja, at eg eri tann, sum eg eri. Eg geri einki av mær sjálvum, men sigi tað, sum Pápi mín hevur lært meg.


Hann, sum hevur sent meg, er við mær. Hann hevur ikki latið meg vera einsamallan, tí eg geri altíð tað, sum hann heldur vera rætt.“ Nógv av teimum, sum hoyrdu hesa talu hansara, trúðu á hann.

 

Jesus segði tá við teir jødar, sum vóru farnir at trúgva honum: „Um tit trúgva mínum orði og gera eftir tí, eru tit veruliga lærusveinar mínir. Tit skulu kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.“


„Skal fría okkum?“ svaraðu teir. „Hvat meinast tað við? Vit eru eftirkomarar Ábrahams og hava ongantíð verið trælir hjá nøkrum.“


„Hoyrið meg,“ svaraði Jesus. „Tann, sum ger synd, er trælur hjá syndini. Ein trælur verður ikki altíð verandi í familjuni, men sonurin verður verandi.

 

Um Sonurin fríar tykkum, tá skulu tit veruliga verða fríir.


Jóh. 8,28-36
Nýggi Sáttmálin