Lurta
Paulusar bræv til kirkjuna í Filippi
13.05.2020

Brævið er skrivað til kirkjuna í Filippi í Makedónia. Í hesum býi hevði Paulus stovnað fyrstu kirkjuna í Evropa. Brævið er skrivað, meðan Paulus situr í fongsli. Óvist er, hvar brævið varð skrivað. Skotið verður upp Kesarea ella Róm. Helst er tað skrivað seint í lívi Paulusar.

 

Framtíðin hjá Paulusi er óviss, men hann roknar kortini við at koma aftur til Filippi. Takksemi og gleði fylla stóran part av brævinum, hóast áðurnevndu døpru kor. Kirkjan í Filippi hevur stuðlað Paulusi væl á allan hátt. Paulus skrivar um tætta sambandið millum hann og kirkjuna og lýsir seg sjálvan sum eina fyrimynd um, hvussu ein eigur at eftirlíkna Jesus í egnum lívi.

 

Fyri Paulus hevur tað nevniliga týdning, at kristin hava sama hugburð sum Jesus. Henda hugburð lýsir Paulus við at endurgeva eina yrking, sum helst er ein av teimum elstu kristnu sálmunum (kapittul 2 versini 6-11). Her verður tað lýst, hvussu Jesus segði frá sær sín guddómleika fyri at gerast eins og menniskjuni.

 

Hann legði seg inn undir Gud og var lýðin til deyða á krossinum. Tí var hann lyftur upp sum Harri í himlinum. Tað er hetta, sum er orsøkin til, at øll mugu trúgva á hann og leggja seg inn undir hann.

 

Tað er eisini hetta, sum er orsøkin til gleðina hjá Paulusi í brævinum, sigur hann – ein gleði, hann fegin heldur fram við at verða saman við kirkjuni um.


Nýggi Sáttmálin