Lurta
Eg biði fyri mínum lærusveinum
16.05.2020

Tá ið Jesus hevði endað hesa talu sína, hugdi hann móti himli og segði: „Pápi, tíð mín er komin, æra Son tín, so at Sonurin kann æra teg. Tú hevur givið mær vald yvir øllum menniskjum, so at eg kann geva øllum teimum, sum tú hevur givið mær, ævigt lív.

 

Hitt æviga lívið er at kenna teg, hin eina, sanna Gud, og meg, Jesus Krist, sum tú hevur sent. Eg havi víst menniskjum títt veldi við teimum gerningum, tú gavst mær at gera. Pápi, gev mær nú tað guddómliga aftur, sum eg hevði hjá tær, áðrenn heimurin var til.


Eg havi kunngjørt navn títt fyri teimum, sum tú gavst mær úr heiminum. Tey vóru tíni, men tú hevur givið mær tey, og tey hava varðveitt orð títt. Nú skilja tey, at alt, sum eg havi fingið, kemur frá tær. Eg havi sagt teimum tað, sum tú hevur sagt mær, og tey hava tikið ímóti tí. Tí vita tey, at tað er satt, at eg eri komin frá tær, og tey trúgva, at tú hevur sent meg.

 

Eg biði fyri mínum lærusveinum – ikki fyri heiminum, men fyri teimum, sum hoyra tær til, og sum tú hevur givið mær.

 

Alt mítt er títt, og títt er mítt. Gjøgnum teir er mín guddómleiki vorðin sjónligur. Eg komi aftur til tín og eri ikki longur í heiminum, men teir eru í heiminum.

 

Heilagi Pápi, syrg fyri at teir halda fast við teg. Soleiðis verða teir eitt eins og vit.


Jóh. 17,1-11
Nýggi Sáttmálin