Lurta
Ársfrágreiðing og roknskapur fyri Bíbliufelagið 2019
15.05.2020

Á seinasta fundi í stýrinum fyri Bíbliufelagið, hevði Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari, hesa ársfrágreiðing fyri 2019:

Eg skal siga eitt sindur um virksemið hjá Føroyska Bíbliufelagnum í 2019 og hvørjar ætlanir liggja fyri framman. Tit eru vælkomin við viðmerkingum og spurningum aftaná framløguna.

2019 hevur møguliga ikki verið eitt ár við so nógvum sjónligum virksemi í Føroyska Bíbliufelagnum sum ofta fyrr. Men tá tað er sagt, so hevur tað so hevur tað neyvan nakrantíð verið lagt so nógv arbeiði í av so mongum, sum júst í 2019.

 

Broyttar viðtøkur
2019 er fyrsta árið, eftir at viðtøkurnar vórðu broyttar; og Føroyska Bíbliufelagið er farið frá at hava limir til at hava stuðlar. Hetta hevði m.a. við sær at aðalfundurin varð avtikin og stýrislimirnir, ið fyrr vórðu valdir av aðalfundinum, nú verða valdir av stýrinum. Ein avleiðing av hesum, er, at stýrið hevur lagt størri dent á at vitja kirkjur og samkomur rund landið, tá stýrisfundir verða hildnir, fyri at varðveita tilknýtið millum Bíbliufelagið og stuðlarnar og fyri at vera meiri sjónlig um alt landið....

 

Les alla Ársfrágreiðingina her...


Sí eisini Roknskapin fyri 2019 her...