Lurta
Í Miðeystri halda tey ondini
22.05.2020

Í stórum pørtum í Miðeystri og í Norðurafrika mótmæla fólk í milliónatali hvønn dag stranga útgonguforboðið.

 

Sleppur ein ikki av húsum til handils, er hungur innanveggja. Hina tíðina sita tey inni í heimi sínum, óttafull og ótrygg, tí eingin veit, hvørjar fylgjurnar verða av herviliga korona-virusinum. Tíðindi, ið søgd verða, eru á einum sera lágum støði, og tí gerst álitið á landsins myndugleikar hareftir, vánaligt.

 

Leitað verður eftir ljósi í hesum vónloysismyrkri

 

“Støðan er ógvuliga álvarsom, og øll royna at halda ondini. Hugsið tykkum tætta íbúgvaratalið t.d. í býnum Kairo í Egyptalandi og vánaliga reinførið og út av lagi vánaligu verjuútgerðini á teimum mongu sjúkrahúsum, og hugsið tykkum fylgjurnar, um koronan kyknar í flóttalegunum,” sigur Kurt Johansen.

 

Møguleikarnir at gera beinleiðis sjónvarpsendingar á kristnu sjónvarpstøðini SAT-7, eru av hesum, sera avmarkaðar. Raðfestar verða beinleiðis barnasendingar og barnaundirhald, og síðan endursendingar á skíggjanum: “Sagt verður, at SAT-7 hevur enn fleiri síggjarar enn nakrantíð. Í hesum trupla tíðarbili leita fólk eftir svari og ljósi í myrkrinum.”

 

“Koronan, ikki Guds revsing”

 

Kurt Johansen sigur, at endamálið hjá SAT-7, er, sum altíð, tað sama: at senda kristnar sjónvarpsendingar inn í ein ráðaríkan muslimsk stýrdan heimspart, gleðiboðskapin um Jesus Kristus og samstundis veita menniskjum vón um sosialar broytingar og átrúnaðarligt frælsi bæði fyri kvinnum og monnum:

 

“Í løtuni er meira brúk fyri hesum, enn nakrantíð áður. Vit royna við Bíbliunnar boðskapi at siga, at koronan ikki er revsing frá Gudi; men at Gud elskar okkum og er við okkum; og hóast myrkrið valdar, senda við í SAT-7 røð av innsløgum um, hvussu vit kunna koma undan korona-virusinum – og eisini miðvíst ætlað børnunum. Ógvuliga týdninarmikla uppgávan, er aktuella støðan,” sigur Kurt Johansen.

 

Skúlasjónvarp til 50 milliónir húski

 

Børnini eru tey, sum í løtuni verða harðast rakt. Meiri enn 13 milliónir børn og ung í Miðeystri og Norðurafrika hava onga skúlagongd og koronan hevur latið aftur allar skúlar. Tí hevur SAT-7 valt at styrkja SAT-7 Academy, sum alt síðan 2015 hevur sent undirvísingarskráir ætlað børnum og ungum, serstakliga teimum í flóttalegunum.

 

“Við meira enn 50 milliónum húskjum í Miðeystri og Norðurafrika við atgongd at fylgisveinum, kann SAT-7 Academy broyta lívið hjá milliónum børnum, ið eru heima frá skúla, hjá húsfólki og familjum. Okkara My School- skráir læra børnini at lesa, skriva og rokna. Eisini fáa tey at vita ymist um korona smittuna,” sigur Kurt Johansen, ið eisini greiðir frá jaligum afturmeldingum um tey vaksnu í familjunum, ið eisini hyggja í sjónvarpskíggjan.

 

Eingi børn og ung í útvarp- og sjónvarpstovuni

 

Fyri at sleppa undan at spreiða COVID-19, hevur SAT-7 ikki sum vanligt, børn og ung í útvarp- og sjónvarpstovuni, meðan upptøka verður gjørd. Men, sigur Kurt Johansen, “fólk, ið gera sjónvarpsupptøkur, eru oftast tey, ið gera sendingarnar, og tað er ótrúligt, har verður virkað við teimum tólum, har eru.

 

Eisini sendingar til vaksin røkka víða, verður sagt:


“Vit senda beinleiðis sendingar 3-4 ferðir dagliga, har vit m.a. hava videoprát við sálarfrøðingar, læknar og prestar í øllum heraðshornum í Miðeystri og Norðurafrika. Tað merkir eisini, at vit náa alt fleiri kristnum, ið eru avskorin frá at vera saman við øðrum kristnum at koma í eina kirkju.”

 

Kristin framvegis í vanda

 

Vandastøðan hjá kristnum er á mongum økjum óbroytt, sigur Kurt Johansen. Hetta merkir, at hesir minnilutar, framvegis eru í einum vandabólki:

 

“Í einihvørji kreppu verða altíð minnilutar harðast raktir. Har kunna ráðagerðir ella samansvørjingar spyrjast og syndabukkar so líðandi finnast. Umframt hetta, eru tað tey mongu fongslaðu innibyrgdu kristnu, ið kúvendu frá islamsku trúnni, í fangahúsi. Hesi lítilsgjørdu eiga vit heima hjá okkum at hugsa um og biðja fyri,” sigur Kurt Johansen.

 

(Bibelen og Verden)

Henry Debes Joensen, umsetti