Lurta
Skapa framtíðar andshetjur
23.05.2020

Undir alheimsfarsóttini er endamálið hjá kristnu sjónvarpsrásini, SAT-7, vorðið meiri átrokandi enn nakrantíð - at røkka menniskjum, ið sita handan stongdar dyr og einki vita um kristindóm.

 

Rásovastin fyri SAT-7, Rita Elmounayer, hevði á Danmarkarferð sínari í fjør ein týðiligan boðskap. Hann ljóðaði: “SAT-7 skal skapa framtíðar andshetjur!”

 

Kristin í Miðeystri og Norðurafrika eru nógv kroyst, sigur hon.

 

“Tað er torført at vera kristin. Ymsastaðni har um leiðir, kann tað kosta lívið. Aðrastaðni t.d. í Algeria er loyvt at senda beinleiðis gudstænastur og sýna andlit. Í londum sum t.d. Tunesia og Marokko er hetta ivasamt; mong tora væl at sýna andlit, meðan onnur eru ivasom. Tað er eisini vælskiljandi.”

 

Á páskum í ár gjørdi SAT-7 eitt sjónvarpsátak umvegis sosialu miðlunum at røkka avbyrgdum kristnum. Rita Elmounayer heldur, at SAT-7 kristniboðtænastan eisini skal røkka ikki trúgvandi - uttan at hesi koma sær í kløtur av myndugleikunum, og á tann hátt lata tey kristnu koma undan eini slíkari gerð:

 

“Eindømi hjá SAT-7, er, at síggjarar her kunna møta Guds kærleika og fyrigeving í særda Miðeystri; einum kreppuraktum Miðeystur tvídrátti og samanbrestum. Vit skula kunna um Kristus, mentan, ja eini friðarmentan.”

 

SAT-7 er ikki bara bundið at andliga lívi síggjarans, heldur hon:

 

“Hjá mær er kristnin tað grundleggjandi. Tí gera vit kristiligar, sosialar sendingar um aktuel forðandi brek hjá mongum, um kollveltingar og bardagar t.d. í Egyptalandi og Sýria. Vit vilja fegin gera mun t.d. innan undirvísing á My-School- SAT-7 ACADEMY átakinum.”

 

Rásovastin, Rita Elmounayer hevur eini serstøk boð um, hvussu SAT-7 framhaldandi kann gera, tá tað snýr seg um at flyta marknaskjalini í Miðeystri og í Norðurafrika:

 

“Miðlarnir eru í ferð við at meta um og at tilevna ymiskt á hesum øki. Sjálv kundi eg hugsað mær at settir verða saman spennandi leikir, har eingin munur verður gjørdur á kristnum og ikki kristnum eins og kvinnum við máttmiklum leikparti ella samkyndum, litaðum, fólki, ið bera brek, eins og hópar, ið lítilsgera, tí at hesi eru tað. Hetta, meti eg kann stigvíst flyta uppfatanina av tí, ein sosialt kann góðtaka móti tí, ið er vanligt – t.d. at ein er kristin.”

 

Júst ung umboðandi ein serstakan stevnubólk at bera góð tíðindi og umboðandi ymiskleikar, heldur Rita Elmounayer:

 

“Í okkara arbeiði vilja vit fegin ávirka tey ungu jaliga, hesi, sum hava framtíðina fyri sær og koma ymsastaðni frá. Tey kunna fara at ávirka og hava eina jaliga framtíð. Hetta fara vit at royna í teimum sosialu miðlunum.

 

Eg sigi við vilja, ávirka, og ikki broyta síggjarans hjarta og sinn, tí tey eru verk Harrans. Men vit vilja ávirka menniskjunnar hugsan jaliga, ið eru annaðleiðis og hava aðra trúgv. Eg vil ávirka serstakliga tey ungu til at tora at hava kræsnar hugsanir og fremja góðgerðir í verki til frama fyri seg sjálvi og økini, tey umboða.”

 

(BIBELEN og VERDEN)
Mynd: Sat7

Henry Debes Joensen, umsetti