Lurta
Jesus biður fyri øllum, sum trúgva á hann
28.05.2022

"Eg biði ikki bara fyri lærusveinum mínum, men eisini fyri øllum, sum trúgva á meg, tí at lærusveinarnir hava sagt teimum frá um meg.


Eg biði um, at teir skulu verða eitt, Pápi. Eins og tú ert í mær, og eg eri í tær, at teir eisini skulu vera í okkum, so at heimurin skal trúgva, at tú hevur sent meg. Og ta guddómligu styrkina, sum tú hevur givið mær, havi eg givið teimum, so at teir kunnu vera eitt, eins og vit eru eitt.


Tá ið eg eri í teimum, og tú ert í mær, so er eindin fullkomin. Tá kann heimurin fata, at tú hevur sent meg, og at tú altíð hevur elskað teir, eins og tú hevur elskað meg.


Pápi, tú hevur givið mær teir, og eg vil, at teir skulu vera hjá mær, har sum eg eri. Teir skulu síggja guddómleikan, sum tú hevur givið mær, og fata, at tú hevur elskað meg, áðrenn heimurin varð til. Pápi, tú veitst, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Heimurin veit ikki, hvør tú ert, men eg veit, og lærusveinar mínir hava fatað, at tú hevur sent meg.


Eg havi sagt teimum frá um teg, og eg haldi á við tí, so at kærleikin, sum tú hevur elskað meg við, skal vera í teimum; og eisini eg skal vera í teimum."


Jóh. 17, 20-26
Nýggi Sáttmálin

6. s. e. páskir 

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen