Lurta
Ukreina: Í koronosóttini funnin av Gudi
26.05.2020

Ein sjálvboðin innan Bíbliufelagið í Ukreina, hevur sent okkum, (Norska bíbliufelagnum), hesa afturboðan:

 

-Eg hevði í skjáttini ein matarpakka og eitt Nýggja Testamenti, skrivað við heldur størri bókstavum, ætlað eldri manni, á navni Mykola.

 

Mykola segði mær frá sínum strævna lívi sum verkfrøðingur. Eisini fortaldi hann mær, at hann mangan hevur gingið fram við fjøld av kirkjum; men ongantíð farin á gátt í nakrari teirra. Tó, so havi eg kent á mær, at okkurt og annað man vera ætlanin við lívinum, men ongantíð hugsa nærri um tað og havi ei heldur nakrantíð lisið nakað orð í Bíbliuni.-

 

Eg beyð mær at biðja eina bøn fyri honum, og aftaná las eg, Sálm 23, í GT. Tað ið eg var liðugur, hugdi eg hann í anditið og sá, tár renna honum á kinn. Orðini gingu honum at hjarta og byrjaði sín gerning í honum.

 

Mykola segði sjálvur: - Hugsið tygum, at ein koronasótt mátti spyrjast fyri at Gud kundi náa steinhjarta mínum.-

 

Norska Bíbliufelagið

Henry Debes Joensen, umsetti