Lurta
Pápi mín elskar tey, sum elska meg
30.05.2020

Elska tit meg, tá haldið míni boð.


Eg vil biðja Pápa mín senda ein annan, sum kann vegleiða tykkum, og sum altíð verður hjá tykkum. Tað er Heilagi Andin, Sannleikans Andi, sum heimurin ikki kann taka ímóti, tí heimurin sær hann ikki og skilir hann ikki, men tit skilja hann, tí hann er hjá tykkum og í tykkum.


Eg vil ikki lata tykkum verða eftir sum foreldraleys børn – eg komi aftur til tykkara. Um stutta tíð sær heimurin meg ikki longur, men tit síggja meg, tí at eg livi, og tit skulu eisini liva.


Tann dagin skula tit uppliva, at eg eri í Pápa mínum, og tit eru í mær, og eg í tykkum.


Tey, sum elska meg, eru tey, sum hava fingið boð míni og halda tey. Tey, sum elska meg, verða elskað av Pápa mínum. Eg elski eisini tey og vísi teimum, hvør eg eri.“

 

Jóh. 14,15-21
Nýggi Sáttmálin