Lurta
Stuðla nýggju Bíbliuni
30.05.2020

Sunnudagin 31. mai er Hvítusunnudagur og tá er vanliga innsavning til Føroyska Bíbliufelagið í kirkjum og samkomum kring landið.

 

Í ár eru umstøðurnar tó ikki vanligar, men Bíbliufelagið vónar tó at kirkjur og samkomur, framhaldandi vilja stuðla felagnum, samstundis sum almenn og kirkjulig tilmæli vera hildin.

 

Endamálið hjá Bíbliufelagnum er at útgeva og útbreiða Bíbliuna til alt okkara fólk, so at allir føroyingar hava møguleika at lesa Bíbliuna á tí málið og í tí búnað, tey skilja best.


Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað við stuðli og gávum, og innsavningin er ein munandi partur av fíggjarliga grundarlagnum hjá Bíbliufelagnum.

 

Innsavnaði peningurin fer í ár til nýggju Bíbliuna, sum er umsett úr grundmálunum. Tað er Hans Jacob Joensen, frv. biskupur, sum hevur umsett við góðari hjálp frá øðrum. Nú verður tilfarið lisið ígjøgnum, og vóna vit, at fyrsta nýggja bíbliuumsetingin úr grundmálunum í 60 ár, kemur út í 2023.

 

Virkið Bíbliufelagsins er eisini at stuðla bíbliuútgávum úti í heimi, so at tey, ið lítla ella onga atgongd hava til Bíbliuna á sínum egna máli, kunna fáa henda møguleika. Stuðul er seinast latin atsøktum kristnum í Miðeysturi.

Meiri fæst at vita um Bíbliufelagið á www.biblia.fo

 

Við vón um góðan fíggjarligan og andaligan stuðul.

 

Vinaliga vegna

Jógvan Fríðriksson

        Forseti

Bergur D. Joensen

      Formaður


Gunnar K Nattestad

      Aðalskrivari

 

BankNordik 6460-382.873.7

Betri Banki 9181-380.777.2
Norðoya Sparikassi 9865-992.646.6

Suðuroyar Sparikassi 9870-992.061.8