Lurta
Bíblian týdd til 270 nýggj móðurmál
11.06.2020

Eftir 5 árum hava alheimsins bíbliufeløg týdd Bíbliuna til fimtapartin av øllum heimsins íbúgvum. 270 nýggj móðurmál og 1,7 milliardir menniskju hava fingið sína bíbliuumseting síðan 2015.

 

2019 var metárið. Hetta árið fingu 617 milliónir menniskju Bíbliuna týdda, svarandi til 90 móðurmál.

 

Millum hesi, ið fingu alla Bíbliuna týdda á fyrsta sinni til teirra egna móðurmál, var Ellomwe – eitt mál, ið verður tosað av 2,3 milliónum í Malawi. Gjøgnum stórar hátalarar, varð Hendingin kunngjørd fólkunum um allan býin Chiringa, at nú var Bíblian komin til bíggjar. Við sær hevði skrúðgongan stórt avrit av onkrum parti av nýggju Bíbliuumsetingini.

 

Fimm ár frammanundan var Nýggja Testamenti umsett á Ellomviskum. “Tá fyrstani sóu íbúgvararnir, at teirra mál lættliga kundi nýtast sum miðlamál innan kirkjunnar virksemi,” sigur Hayes Metani, ein av týðarunum. “Bíbliutýðingar hava verið slóðbrótandi hjá minnilutum í landinum..”

 

Á hesum jarðarparti í Myanmar, feldi Thang Ngai, prestur og umsetari, tár, tá hann á fyrsta sinni helt nýkomnu Bíbliuni á sínum egna máli - Cho Chin, í hondini. Næsta dagin aftaná skrúðgongun hevði verið, fór ein rúgva av Cho Chin – kristnum, niðan á fjallatoppin, Mount Victoria, hægsta fjallinum í Chin partinum; har mannamúgvan lyfti Bíbliuni upp móti Himli, takkandi Gudi.

 

Føroyska Bíbliufelagið eins og danska, arbeiða saman við sameindu Bíbliufeløgunum at gera Bíbliuna atkomuliga á øllum heimsins málum. Á fyrsta sinni í søguni, sær út til, at hetta málið einaferð verður rokkið og veruleikakent, hóast enn er nakað á mál. Meira enn helmingurin av øllum heimsins málum hava enn onga bíbliuumseting. Meira enn 1,5 milliardir bíða eftir at eiga Bíbliuna á sínum egna máli.

 

Kelda: Danska Bíbliufelagið
Henry Debes Joensen, umsetti