Lurta
Varið tykkum fyri øllum gírni
13.06.2020

Ein av áhoyrarunum breyt hann av og segði: „Rabbi, kanst tú siga við beiggja mín, at hann skal geva mær mín part av arvinum eftir pápa okkara?“ Jesus svaraði honum: „Vinur mín, hvør hevur sett meg at vera skiftingarmann hjá tykkum?“


Og so vendi hann sær aftur ímóti fólkinum og helt fram at tala: „Varið tykkum fyri øllum gírni. Lívið stendur ikki í pengum, hvussu stór ognin so er.“


Og so segði hann teimum eitt líknilsi: „Einaferð var ein ríkur maður, og jørðin hjá honum hevði fruktað ógvuliga væl. Og hann hugsaði seg um, hvat hann nú skuldi gera, tí hann hevði ikki rúm fyri allari grøðini. „Jú, nú veit eg, hvat eg skal gera,“ hugsaði hann: „Eg skal ríva goymsluhúsini niður og byggja onnur, sum eru størri, so fái eg nóg stór rúm bæði til kornið og amboðini. So vil eg siga við meg sjálvan: vinur mín, nú hevur tú nóg mikið av øllum til mong ár. Hvíl teg nú – et, drekk og ver glaður. Men Gud segði við hann: Hvat ætlar tú tær? Tú skalt doyggja í nátt, og hvør skal tá eiga alt tað, tú hevur savnað saman?


Soleiðis gongst teimum, sum bara hugsa um ríkidømi, men sum ikki eru rík í Guds eygum.“


Luk. 12,13-21
Nýggi Sáttmálin