Lurta
Jóannesar fyrsta bræv
17.06.2020

Brævið byrjar við einum inngangi um „Orðið“ (1. vers).


Orðið sigur frá um hin æviga felagsskapin við Gud og Son hansara, Jesus Krist. Somuleiðis sigur høvundurin frá, at hann og skarin, sum hann er partur av, hava sæð og nomið við hetta „orðið“. Hetta merkir tí, at „lívgevandi orðið“ eisini er eitt heiti fyri Krist.

 

Brævið er skrivað av Jóannesi evangelisti. Eins og Jóannesar frásøga um Jesus, umtalar brævið mótsetningar: ljós og myrkur, sannleika og lygn, kærleika og hatur, lív og deyða.


Brævið ávarar ímóti einum bólki av følskum lærarum, sum siga, at teir kenna Gud og umboða Heilaga Andan á ein serligan hátt, men sum í veruleikanum eru umboðsmenn fyri hin ónda Antikrist, sum verður at uppliva í síðstu tíðini áðrenn dómadag. Harafturat viðurkenna hesir ikki, at Jesus bæði var satt menniskja og samstundis Guds Sonur.


Brævið lærir hinvegin, at tað er avgerandi at halda Guds boð, fyrst og fremst boðið um kærleika: Tú skalt elska onnur á sama hátt, sum tú elskar teg sjálvan.


Júst kærleikin hevur eina serstøðu í brævinum. Gud er kærleiki, og tað er við kærleikanum, at menniskjað verður verandi tætt hjá Gudi. Kærleiki er eisini tað øvuta av ótta. Og kærleiki til Guds er óhugsandi uttan kærleika til tey menniskju, ein livir saman við. Vit hava møguleika at elska onnur, tí at Gud hevur elskað okkum fyrst og víst okkum henda kærleikan.

 

Nýggi Sáttmálin

 

Les eisini um Jóannesar annað og triðja bræv...