Lurta
Saltið er gott, men missir tað kraft sína, verður tað ikki salt aftur
25.06.2022

Tað vóru altíð stórir skarar av fólki í ferðini við Jesusi, og hann vendi sær á og segði við tey:


„Vilja tit fylgja mær, mugu tit venda pápa og mammu, beiggjum og systrum og konu og børnum bakið og sleppa tykkara egna lívi. Annars kunnu tit ikki vera lærusveinar mínir. Tann, sum ikki ber kross sín og er til reiðar at doyggja við mær, kann ikki vera lærusveinur mín.


Um ein av tykkum ætlar at byggja eitt torn, man hann ikki fyrst seta seg at rokna kostnaðin, so hann kann síggja, um hann hevur ráð at byggja liðugt? Tí annars kann hann koma so fyri, at hann bara fær bygt grundina og kann ikki gera tornið liðugt. Tá fara øll at spotta hann og siga:


„Hasin maðurin fór undir at byggja, men var ikki mentur at byggja liðugt.“ Ella hugsið tykkum ein kong, sum ætlar í kríggj ímóti einum øðrum kongi. Man hann ikki fyrst umráða seg, um hann við sínum 10.000 monnum er førur fyri at møta tí, sum kemur ímóti honum við 20.000? Um hann ikki er tað, má hann, meðan fíggindin enn er langt burtur, senda eina sendinevnd at spyrja um friðartreytirnar.


Somuleiðis kann eingin av tykkum, sum ikki sigur frá sær alt, ið hann eigur, vera lærusveinur mín. Saltið er gott, men missir tað kraft sína, verður tað ikki salt aftur. Tað kann ikki nýtast til nakað.

 

Tað er umráðandi, at tit skilja tað, eg sigi.“


Luk. 14,25-35

2.s.e. tríeindardag
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen