Lurta
Paulusar seinna bræv til Timoteus
24.06.2020

Seinna brævið er, eins og hitt fyrra og eisini brævið til Titusar, stílað til ein ávísan persón við eini serstakari uppgávu í kirkjuni.


Timoteus er ein av Paulusar næstu samstarvsfeløgum. Í hesum brævi hoyra vit um, at Gud valdi hann út til tænastu, við at Paulus legði hendurnar á hann.

Nú stuðlar Paulus honum í at halda á, hóast hann eins og Paulus verður fyri mótburði.


Sambært brævinum situr Paulus nú í fongsli, og roknar hann ikki við at hava leingi eftir á lívi.


Tí er tað nú Timoteus, sum einsamallur skal halda á við arbeiðinum at bera kristna boðskapin til onnur menniskju.


Nýggi Sáttmálin


Les eisini: Paulusar fyrra bræv til Timoteus