Lurta
Sonur mín er afturkomin
02.07.2022

Jesus helt fram: „Ein maður átti tveir synir. Ein dagin segði hin yngri við hann: „Pápi, kann eg fáa mín part av arvinum nú?“ Og hann býtti arvin millum teirra.


Nakrar dagar seinni tók yngri sonurin alt sítt og fór av stað til eitt fremmant land langt burturi. Har livdi hann eitt vilt lív og oyðslaði við pengunum, til einki var eftir, og hann stóð púra á berum.


Tá kom hørð hungursneyð í hesum landi, og hann fór at líða neyð. Hann bað um innivist hjá einum manni, sum sendi hann út á bøin at sita hjá svínum. Hann var so hungraður, at hann fegin hevði etið av svínafóðrinum, men tað slapp hann ikki. Tá hugsaði hann: „Her siti eg og eri um at doyggja í hungri, meðan arbeiðsmenninir hjá pápa hava í yvirflóð av mati.“

 

Tá gekk hann í seg sjálvan og segði: Eg fari heim til pápa og sigi: „Pápi, eg havi borið meg illa at bæði ímóti tær og Gudi. Eg eri ikki longur verdur at vera sonur tín, men kann eg sleppa at arbeiða á garðinum?“


So fór hann til gongu. Men meðan hann enn var langt burturi, sá pápin hann og tókti hjartaliga synd í honum, og hann fór rennandi ímóti honum, og klemmaði og mussaði hann. "Pápi,“ segði sonurin, „eg havi borið meg illa at bæði ímóti tær og Gudi. Eg eri ikki longur verdur at vera sonur tín.“


Men pápi hansara segði við tænarar sínar: „Farið eftir teimum bestu klæðunum og latið hann í tey. Setið honum ring á fingurin og gevið honum skógvar upp á beinini. Og farið eftir tí besta kálvinum og drepið hann. Nú skulu vit eta og vera glað. Eg havi fingið son mín aftur. Hann var deyður, men er livnaður aftur. Eg hevði mist hann, men hann er funnin aftur.“ Og so hildu tey veitslu.


Hin eldri sonurin hevði verið úti á bønum. Tá ið hann nærkaðist húsum, hoyrdi hann tónleik og dans. Og hann rópti ein tænara til sín og spurdi, hvat hetta hevði at týða. Tænarin segði við hann: „Beiggi tín er komin heim, og pápi tín hevur dripið besta kálvin, av tí at hann er afturkomin í øllum góðum.“ Tá varð eldri sonurin illur og vildi ikki fara inn.

 

Pápi hansara kom út at biðja hann koma inn, men hann segði: „Her havi eg arbeitt fyri teg og ongantíð gjørt ímóti boðum tínum í mong ár, men tú hevur ongantíð givið mær so frægt sum eina geit, so eg kundi hildið veitslu saman við vinum mínum. Ímeðan hevur hasin sonur tín oyðslað alla ogn tína burtur við skøkjum. Hann er ikki meira enn heimkomin, so drepur tú besta kálvin og heldur veitslu fyri honum.“


Pápin svaraði: „Mín góði sonur, tú ert alla tíðina hjá mær, og alt mítt er eisini títt. Men nú eiga vit at gleðast og halda veitslu, tí beiggi tín, sum var deyður, er livnaður aftur. Hann var farin, men er afturfunnin.“


Luk. 15,11-32

3.s.e. tríeundardag
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen