Lurta
Yndisbíbliuvers mítt: Bíblian uggar kristnar flýggjandi familjur á ferðini
03.07.2020

Alt síðan 2013 hevur Danska Bíbliufelagið við hjálparpakkum, bíblium og aðrari sálarhjálp, stuðlað flýggjandi, neyðstøddum sýriskum og irakiskum familjum. Tá ið álit er fingið í lag, velja nøkur at taka lut í kirkjunnar sorgarbólkum.


Tað styrkir um støðuna hjá teimum flýggjandi at vita sær eitt stað, har tey saman tosa um teirra tungu lagnu. Mong siga frá ræðuligum upplivingum. Bíblian veitir teimum ráð og styrki á ferðini. Eftirspuringurin er stórur.


ISIS og hatafulla huglagið móti teimum kristnu í Irak noyddu familjuna at flýggja og at taka til rýmingar. Hon heldur nú til í Jordan. Familjan, ið telur fimm, líða og leingjast. Tey fáa tó ofta vitjan av staðbundna prestinum, ið hevur verið á skeiði innan bíbilskari sálarsorg, skilur støðuna, tey eru í og hjálpir eftir førimuni.


Kirkjan er vorðin teimum eitt akker. Sunnudagar luttekur familjan dúgliga í fyriskipandi tiltøkum og gudstænstum. Kann henda fleiri ferðir sama dag. Uttarlaga í kirkjuskipinum stendur á hillini ein stór, svørt, leðurinnbundin Bíblia. Hon verður tíðum tikin niður av hillini. Mamman hevur fleiri ferðir á munni yndisvers, m.a. Jósvabók kap. 1,5 “Eingin skal standast móti tær allar ævidagar tínar; eins og eg var við Mósesi, vil eg vera við tær; eg skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær.” Hon hevði eisini eitt annað kent vers á tungu, eina ferðina, hon varð spurd av altjóða ovastanum, Synne Garff:

 

“Atferð tykkara veri uttan peningaágirnd; verið nøgdir við tað, sum tit hava! Tí at hann hevur sagt: “Eg skal als ikki sleppa tær, og á ongum sinni fara frá tær.” (Hebr 13,5)


Myndatekstur: Irakisk børn saman við móður teirra, ið flýddu til Jordan. Millum mongu góðu søgurnar í tí stóru leðurinnbundnu Bíbliuni, hevur móðir teirra eitt serstakt yndisvers. Foto: Les Kaner


Kelda: Danska Bíbliufelagið/Synne Garff
Henry Debes Joensen, umsetti