Lurta
Jesus segði: Elskið fíggindar tykkara
04.07.2020

Tit vita, at skrivað stendur: „Tú skalt elska landsmenn tínar og hata fíggindar tínar.


Men eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara og biðið fyri teimum, ið søkja at tykkum.


Soleiðis verða tit børn hjá pápa tykkara í himlinum. Hann letur sól sína skína bæði yvir ónd og góð og letur regna bæði yvir tey, ið gera Guds vilja og tey, ið ikki gera Guds vilja.


Halda tit, at Gud lønir tykkum fyri, at tit elska tey, ið elska tykkum? Gera ikki tey, ið samstarva við rómverjar, tað sama?


Um tit bara heilsa landsmonnum tykkara, hvat serstakt gera tit tá? Tað sama gera øll onnur fólk.


Alt tað, tit gera, gerið tað uttan treytir eins og pápi tykkara á himli.


Matt. 5,43-48
Nýggi Sáttmálin