Lurta
Hvønn siga tit meg vera?
11.07.2020

Tá ið Jesus var komin til økið við Kesarea Filippi, spurdi hann ein dagin lærusveinarnar: „Hvat siga fólk um Menniskjusonin? Hvønn halda tey meg vera?“ Teir svaraðu: „Summi siga Jóannes Doyparin. Onnur siga Elia, og uppaftur onnur halda, at tú ert Jeremia ella onkur annar profetur.“


„Men tit, hvønn siga tit meg vera?“ spurdi Jesus.


„Tú ert Kristus, sonurin hjá tí livandi Gudi.“ svaraði Pætur. „Vælsignaður ert tú, Pætur Jónasarson. Hatta svarið hevur tú ikki frá menniskjum, men Pápi mín í himli hevur opinberað tað fyri tær. Nú skal eg siga tær nakað, Pætur, og lurta væl. Navn títt merkir „klettur“, og tú ert tann klettur, eg vil grunda kirkju mína á. Og deyðsríkið fær ikki vald á henni. Eg gevi tær lyklarnar til Guds ríki. Alt tað, sum tú ikki loyvir á jørð, skal heldur ikki verða loyvt í himli, og alt tað, tú loyvir á jørð, skal verða loyvt í himli.“

 

Síðan legði Jesus lærusveinunum eina við, at teir máttu ikki siga nøkrum, at hann var Kristus.


Frá hesi stund fór Jesus at siga lærusveinunum, hvat fór at henda. Hann átti at fara til Jerusalem, har hann fór at verða illa viðfarin av jødiska ráðnum. Hann fór at verða tikin av døgum, men fór at rísa upp aftur tríggjar dagar seinni.

 

Pætur tók Jesus burturfrá og hevði at honum fyri tað, hann hevði sagt. „Gud fer at vera hjá tær, Harri,“ segði Pætur. „Hetta fer ikki at henda tær.“ Men Jesus vendi sær frá Pæturi og segði: „Slepp tær burtur frá mær, Satan, tú roynir at draga meg frá Gudi, tí tú hugsar sum menniskju og ikki sum Gud.“

 

Tá segði Jesus við lærusveinarnar: „Vil nakar fylgja mær, skal hann avnokta seg sjálvan, taka upp kross sín og vera til reiðar at fylgja mær í deyðan.


Tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað, men tann, sum missir lív sítt fyri mína skuld, skal bjarga tí. Hvat gagnar tað, um tú vinnur allan heimin, men mást bøta við lívinum.


Matt. 16,13-28
Nýggi Sáttmálin