Lurta
Jóannesar annað og triðja bræv
15.07.2020

Jóannesar annað bræv


Brævið er skrivað til eina ávísa kirkju, sum verður kallað útvalda kirkjan og børn hennara. Rithøvundurin er ein, ið nevnir seg ein hirða ella ein elsta. Sama ger seg galdandi í triðja brævinum frá Jóannesi.


Tað er sami Jóannes, sum hevur skrivað Jóannesar frásøgu um Jesus, Avdúkingina og fyrsta og triðja bræv frá Jóannesi. Eftir øllum at døma er Jóannes eitt slag av økisleiðara fyri trúboðarar, sum ferðast um.

 

Brævið er ein ávaring ímóti teimum, sum læra skeivu læruna, at Jesus ikki veruliga var satt menniskja. Tey kristnu eiga heldur at halda fast um Jesu læru, fyrst og fremst boðið um at elska onnur.


Jóannesar triðja bræv


Rithøvundurin nevnir seg – eins og høvundurin av øðrum brævi frá Jóannesi – ein hirða ella ein elsta. Hetta ber boð um, at talan er um sama rithøvund, Jóannes, Guds sendiboð.

 

Í triðja brævinum skrivar hann til ein mann, nevndur Gajus, sum er limur í eini kirkju. Jóannes fegnast um, at Gajus hevur tikið sær væl av teimum trúboðarunum, ið ferðast um og boða boðskapin um Jesus Krist.


Tó er ein í kirkjuni, nevndur Diotrefes, sum eisini er leiðari í kirkjuni. Hann virkar ímóti Jóannesi og vil ikki taka ímóti teimum, sum Jóannes sendir út at boða. Hetta ynskir hann at taka sær av, tá ið hann kemur at vitja kirkjuna.


Nýggi Sáttmálin


Les eisini um Jóannesar fyrsta bræv...