Lurta
Lættari hjá kameli at sleppa ígjøgnum nálareyga
23.07.2022

Ein ungur maður kom til Jesus og segði við hann: „Meistari, hvat gott kann eg gera, so eg kann fáa ævigt lív?“


„Hví spyrt tú meg um, hvat er gott?“ svaraði Jesus. „Ein er góður, og tað er Gud. Men vilt tú hava ævigt lív, so halt boðini.“


„Hvørji boð?“ spurdi maðurin. Jesus segði: „Tú mást ikki myrða, tú mást ikki slíta hjúnabandið, tú mást ikki stjala, tú mást ikki lúgva, æra pápa tín og mammu tína. Og tú skal elska onnur, líka sum tú elskar teg sjálvan.“


„Alt hatta haldi eg,“ svaraði ungi maðurin, „Hvat meir skal eg gera?“ Jesus svaraði: „Vilt tú vera fullkomin, so sel alt, tú eigur, og gev teimum fátæku peningin, so eigur tú ein dýrgrip í himli. Og kom so og fylg mær.“


Tá ið unglingin hoyrdi hetta, fór hann syrgin burtur, tí hann átti nógva ogn.

„Tit síggja, hvussu torført tað er hjá einum ríkum at koma inn í Guds ríki,“ segði Jesus við lærusveinarnar. „Tað er lættari hjá einum kameli at sleppa ígjøgnum eitt nálareyga enn hjá einum ríkum at koma inn í Guds ríki.“


Tá ið lærusveinarnir hoyrdu hetta, óttaðust teir og søgdu: „Hvør kann tá verða frelstur?“ Jesus hugdi upp á teir og svaraði: „Eingin kann frelsa seg sjálvan, men hjá Gudi er alt gjørligt.“


Matt. 19,16-26

6.s.e. tríeindardag
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen