Lurta
Kina: Innlit um størstu endurveking í søguni
19.07.2020

Ofta hoyra vit mishugaligar søgur um Kina. Serstakliga søgur um jagstran mótvegis teimum kristnu í landinum. Tó, í ljósinum av døpru tíðindunum, vit hoyra, flytur Gud seg veldigliga handan pallin fyri menniskjum, ið kenna hann.


Paul Hattaway, ein “bestsellara” rithøvundur, ið var partur av at breiða gleðiboðskapin í Kina, síðan 1980. Hann greiðir frá størstu vekingini í Kina.


Kristindómur í Kina

Leiðararnir í Kina hava eittans mál: at gerast tað nýggja heimsveldið, við máttmiklasta búskapinum og hervaldinum á jørð. Hóast teir eru avgjørdir at røkka málinum, kenna kinverjar seg ikki í einari skundstøðu. Hóast hetta, eru leiðararnir kommununistar og harðrendir ateistar. Hesir vilja hava avgjørdu maktina, heldur enn at umhugsa fólksins rødd. Tískil verður ein og hvør, sum setur seg upp móti stýrinum, kúgað ella beind av vegnum.

 

Tessvegna er kristindómur ein stór hóttan fyri tey. Seinastu árini eru atsóknirnar móti teimum kristnu margfaldaðar sum ongantíð áður. Samsvarandi Paul, ið sigur hetta vera øgiligar tíðir hjá teimum trúrøknu í Kina.

 

Presturin Wang Yi og kirkjan

 

Í desember mánaði 2018, vóru presturin, Wang Yi, og konan, Jiang Rong, saman við meiri enn 100 øðrum kirkjulimum handtikin. Presturin skrivaði eitt bræv, soljóðandi: “At skilja meg frá konu og børnum, at jarðleggja umdømi mítt, at oyðileggja mítt lív og mína familju – alt hetta eru myndugleikarnir førir fyri.

 

Tó kann eingin í hesum heimi taka trúnna frá mær... – Jesus er Kristus, sonur tann æviga, livandi Gud. Hann doyði fyri syndarar og reis upp til lívs fyri okkum. Hann er mín kongur og kongur jarðarinnar í gjár, í dag og í allar ævir.

 

Eg eri tænari hansara og verði fongslaður av hesum. Eg seti meg á ein eyðmýkjandi hátt upp ímóti teimum, ið avnokta Gud, og vil við gleði bróta allar lógir, ið bróta Guds lógir.” Mong kristin um allan heimin hava lisið brævið hjá prestinum, Wang.


Wang prestur er ein av mongum kristnum leiðarum, ið verða jagstraðir í Kina. Nógvir teirra hava fingið somu lagnu sum hann. Fleiri teirra eru sporleyst horvnir. Summi kalla hetta “svarta fongslið skipanina”, har ofrini ofta verða náðileyst pínd uttan vón fyri rættvísi.”


Forsetin, Xi, vil burturbeina kristindómin úr landinum, samsvarandi fleiri húskirkjuleiðarum í Kina.

 

Í húskirkjum


Tó at vit ofta hoyra órógvandi søgur um jagstran, eru har fleiri dømir um fólk, ið koma til Kristus. Frá áleið 1 millión trúgvandi, tá ið kommunisman kom til valdið í 1949, til áleið 100 milliónir trúgvandi í dag! Hetta er størsta veking skrásett í kristnisøguni.
´

Paul lýsir hetta sum “størsta verk Heilaga Andans.” Tey kinversku kristnu styrkjast undir stórum trýsti.


Tá hann varð biðin um at lýsa kinversku vekingina í fáum orðum, svaraði hann, “eitt stórfingið órudd.”


Rithøvundurin hevur vitjað fjaldar kinesiskar kirkjur (undirgrunds kirkjur). Hann sigur “Eg havi funnið mest trupla part av húskirkjugongdini at vera ágrýtnu bønarløturnar, ið ofta halda áfram í tímar. Ein og hvør trúgvandi fellur á knæ við grátirødd fram fyri Gudi av innastu sál. Fyri at passa inn, gjørdi eg eins og tey og legðist á knæ á kalda og harða gólvið. Ofta var gólvið vætukent av tárum teirra trúgvandi og sterku forbiðjan teirra.


Tann stóra vekingin í Kina gjøgnum tey síðstu 40 árini hevur verið ein fullveldis gerð av Gudi.

 

Harumframt er tað vorðið meira eyðsýnt í koronuvirus útbrotinum. Ein frágreiðing segði, at kristin vitni tosa, prædika opið um gleðiboðskapin á gøtunum, sjálvt í miðjuni av útbrotinum í Wuhan, Kina.


Kreppan man vera í hæddini, men eru kinverjar vorðnir meira opnir nú fyri gleðiboðskapinum um Krist. Tey vinna á teirra ótta og trúaróvissu í Harranum.

 

GODTV/Christel Berns, juli 16, 2020.

Henry Debes Joensen, umsetti