Lurta
Vælkomin til aðalfund 12. mars 2015
08.02.2015

Kæru limir í Føroyska Bíbliufelagnum.

Árligi aðalfundurin hjá Bíbliufelagnum verður hóskvøldið 12. mars 2015 kl. 19.00 í Kelduni, Skálafirði.

 

Skráin á aðalfundinum er sambært viðtøkunum:


a. Velja fundarstjóra og fundarskrivara.

b. Leggja fram og góðkenna ársfrágreiðing.

c. Leggja fram og góðkenna ársroknskap.

d. Velja og góðkenna stýrislimir.

e. Velja løggildan grannskoðara.

f.  Viðgera innkomin uppskot.

g. Áseta limagjaldið.

h. Ymiskt.

 

Allir limir, ið hava goldið árliga limagjaldið, hava uppskots- og atkvøðurætt á aðalfundi og møguligum eykaaðalfundi. Uppskot skulu vera formanninum í hendi eina viku fyri aðalfund, eisini uppskot um nevndarlim. Uppskot um lógarbroytingar skulu vera formanninum í hendi tvær vikur fyri aðalfund.

 

Viðtøkur felagsins kunnu lesast á heimasíðuni www.biblia.fo

 

Til ber at seta seg sum lim á aðalfundinum.

 

Klokkan 20.00 verður almennur fyrilestur í Kelduni við fyrrverandi musliminum, nú valkirkjuprestur í donsku fólkakirkjuni, Massoud Fouroozandeh. Evnið verður: ”Mín leið frá Islam til Kristus”.


Veri væl møtt.


Bergur D. Joensen,
formaður í Føroyska Bíbliufelagnum