Lurta
Judasar bræv
22.07.2020

Brævið vendir sær til ein breiðan skara av kristnum.

 

Endamálið er at ávara tey ímóti teimum, ið læra skeivt um kristnu trúnna og ikki meta Jesus vera einasta Harran.


Tað snýr seg um, at tað eru fólk, sum hava havt sjónir í dreymum, ið tey stuðla seg til.


Tey hava ta fatan, at likamið einki hevur at týða, og at tað bara er tað innara menniskja, sum hevur týdning. Tí eru tey farin undir at hava mat- og drykkjuveitslur og kynsligan ólevnað. Men slíkt verður revsað av Gudi, lærir brævið.

 

Tað er helst Judas, beiggi Jesu, sum hevur skrivað brævið. Hann lesa vit eisini um í Matteusar frásøgu um Jesus (kapitul 13, vers 55).


Brævið er kanska skrivað millum ár 60 og 70 e. Kr.


Les brævið her...

Nýggi Sáttmálin