Lurta
Óvæntaðar vekingar henda í Iran undir koronufarsóttini
27.07.2020

“Farsóttin ber vón”.


Ein óvæntað veking er hend undir farsóttini. Iranar í hópatali venda sær til Kristus at finna frelsu og vón.


Iran er eitt av heimsins mest vandamiklastu støðum hjá kristnum at liva í, vegna harðrenda islamska stýrislagið. Kortini hava, síðan mars mánað í ár, fólk í túsundatali, leitað sær til Kristus og finna har frelsu.


Umframt hetta, at koronavirusin áleypandi harðliga hitti tjóðina, øktist harðskapurin munandi. Mótmælisgongur og kyknaðir eldar móti kjarnorku- og øðrum hernaðarøkjum. Gjøgnum hesa myrku tíð hjá tjóðini, leitaðu fólk sær troyst og hjálp hjá Jesusi Kristi.


“Tað er tí, vit nevna farsóttina vónarinnar farsótt,” sigur Mike Ansari, sjónvarpsstjóri , Moabats.


Óvæntaðar vekingar


Í einum orðaskifti í CBN NEWS avdúkaði Mike, at netvarpið hevði skrásett 10 ferðir fleiri umvendingar á netinum samanborið við síðsta ár. Áljóðandi 3000 fólk hvønn mánað, síðan farsóttin byrjaði í mars mánaði.


“Vit hava skrásett áleið 3000 persónligar avgerðir av Iranskum muslimum at fara úr Islam og venda um til kristindómin undir hesi veking,” sigur hann.
Orsøkin til vekingina, sigur hann, er grundað á, at fólkið er ónøgt við stýriskipanina og, hvussu teir reka landið.


“Fólkið í Iran eru ónøgt við búskaparstøðuna, og hvussu stýrið stjelur teirra tjóðarogn og útflytur Shia Islam til grannalondini, og stuðla tey tískil ikki landsins stýri,” sigur Mike.


Bønir fyri Iran


Stýrið hevur lopið á kristin, ið hava svarað gleðiboðskapinum aftur síðan mars. Teir hava handtikið og fongslað dusin-vís av menniskjum, grundað á vekingina, ið hevur skolað yvir landið. Tó hava hesi kristnu ikki viljað latið alt um seg ganga, og hava tey áhaldandi ríkað Guds akur. Tey heita á øll um at biðja fyri teimum.


“Kirkjan í Iran berjist fyri at hóra undan”, sigur hann. Vit heita á altjóða felagsskapin at biðja fyri iransku kirkjuni undir grovu atsóknini frá landsins stýri.”

 

Leinkja: A Pandemic of Hope? Iran Experiencing a Huge Revival, Reulting in Govt Backlash Against the Church
https://www.youtube.com/watch?v=xMuZnvU3DF4&feature=emb_logo


Eftir Rhoda Gayle
Henry Debes Joensen, umsetti