Lurta
Øll vóru hugtikin av orðum hansara
01.08.2020

Á dómadegi fara mong at siga við meg: „Harri, Harri, hava vit ikki profeterað, rikið út óndar andar og gjørt undurverk í tínum navni?“

 

Men tá vil eg siga, sum er: „Eg kenni tykkum ikki! Farið burtur frá mær, tí tit ikki halda lógina.“


Tann, sum hoyrir meg og ger, sum eg sigi, kann sammetast við ein vitugan mann. Hann bygdi hús sítt á hellubotn. So fór at regna illa, og tað varð áarføri. Stormurin leikaði í og dundi móti húsinum, men tað stóð, tí tað var bygt á hellubotni.


Men tann, sum hoyrir meg og ikki ger, sum eg sigi, kann sammetast við ein óvitugan mann, sum bygdi hús sítt á sandbotni. So fór at regna illa, og áarføri varð. Stormurin leikaði í og dundi móti húsinum, og tað fór í sor.“


So endaði Jesus talu sína. Øll vóru hugtikin av orðum hansara, og hann hevði lært tey við einum myndugleika, sum tey ikki vóru von við frá teimum skriftlærdu.


Matt. 7,22-29
Nýggi Sáttmálin