Lurta
Brendur livandi av ISIS
02.08.2020


Maður í Irak, brendur livandi av ISIS; kom frá tí við lívinum og sá Jesus tvær ferðir.


Maðurin, ein Jesusvinur, kom frá tí við lívinum aftaná píning og síðan at verða brendur livandi av ISIS. Hann sigur sjálvur, at hann sá Jesus tvær ferðir.


“Prince of ISIS” sær í dreymi Jesu blóð og gevur seg yvir til hansara


Sean og hansara toymi, umboðandi “Hjarta og hendur: Irak”, møttu hesum Yazidi manni. Navnið vildu teir ikki avdúka. Helst vóru teir á einum ávísum stað í Irak, har meginparturin av yazidum liva. Yazidar er eitt hitt mest atsøkta og trúrøknasta, etniska, minnilutasamfelagið í Irak. Hesin maður, teir møttu, var einaferð gísli hjá ISIS.


Ein iraki, píndur av ISIS


Hann segði teimum, at hann hevði verið í fongsli og píndur av ISIS í tveir mánaðir. Men óvæntandi legði hann aftrat, at Jesus bjargaði sær undan allari pínu.


Tá ISIS varnaðist, at hann fylgdist við Jesusi, tóka teir at steina hann. Maðurin segði tá við gleðirødd, at steiningin einki munaði. Eisini segði maðurin frá, hvussu hann kom frá tí við lívinum at verða livandi brendur.

 

Hann segði: “at enda stoyttu teir 20 litrar av steinolju yvir meg og festu í; men einki munaði.”


Jesus kom til sjóndar tvær ferðir


Yazidi-maðurin avdúkaði eisini, um allar tær ferðir, ISIS av øllum alvi royndi at fáa hann at skifta frá síni kristnu trúgv og velja islam.

 

Sannførandi vitnaði hann um, at Jesus tvær ferðir sýndi seg fyri sær og talaði við seg; men, tá ið hann varð spurdur um, hvat Jesus hevði sagt honum, svaraði hann: “Nei, eg kann ikki siga, hvat ið Jesus segði mær. Tað er eitt lyfti millum seg og Kristus.”

 

Sean segði honum síðan: “Jesus vísti seg í dreymi fyri tær tvær ferðir, tí hann elskar teg!”

 

Seinni bað missiónstoymið fyri honum; og Yazidi maðurin segði teimum eyðmjúkliga: “Saman við Gudi, elski eg tykkum av øllum mínum hjarta.”
Sean segði síðan, at møtið saman við Yazidi, var fyrsta yvirnatúrliga møtið, teir nakrantíð høvdu upplivað.


Gud er veldugur!


“Gongur tú gjøgnum vøtn, tá eri eg við tær, gjøgnum streymar, tá skola teir teg ikki burtur; gongur tú gjøgnum eld, skal hann ikki brenna teg, og login ikki granda tær.” – Jesaja 43,2

 

Av: Christel Berns/God TV
Henry Debes Joensen, umsetti

 

Leinkja til sjónband: https://www.youtube.com/watch?v=qqXLY_COouo&feature=emb_title