Lurta
Bíblian umsett 1,7 milliardum menniskjum
17.08.2020

Sameindu Bíbliufeløgini hava eftir fimm árum fullført bíbliuumsetingar til fimtapartinum av íbúgvum jarðar á teirra 270 móðurmálum og kunnu tí nýtast av sløkum tveimum milliardum menniskjum.


154 móðurmál, ið tosað verða av 186 milliónum menniskjum, hava á fyrsta sinni fingið Bíbliur ella bíbliupartar umsettar á teirra egna móðurmáli. Eisini hava 116 móðurmál fingið nýggjar ella endurskoðaðar umsetingar.


Gávur frá bíbliuvinum um allan heim, og allir okkara dugnaligu umsetarar, hava eftir fáum árum gjørt Bíbliuna, á øllum hesum móðurmálum, tøka.

 

Tað, ið eggjar okkum, er at síggja Gud nýta síni orð til at broyta lív hins einstaka, kirkjum og staðbundnum samfeløgum, sigur aðalskrivarin í Sameindu bíbliufeløgunum, Michael Perrau.


Mynd: Andrea Rhodes
Henry Debes Joensen, umsetti