Lurta
Ezra og Nehemia
19.08.2020

Tvær av søgubókunum í Gamla Testamenti eru um tað, sum hendi, tá ið teir burturfluttu jødarnir í Bábylon í 539 f. Kr. fingu loyvi at venda heim til Jerúsalem og økið har uttanum.

 

Tað eru bøkurnar hjá Ezra og Nehemia, sum eru framhald av søguni, sum verður fortald í Krýnikubókunum. Tær eru harvið endin á tí samanhangandi søgufrásøgn í Gamla Testamenti, sum fevnir frá skapanini og til umleið 500 f. Kr.

 

Ezra Bók fortelur frá byrjanini um, hvørji tey vóru, sum vendu heim, og at tað fyrsta, tey gjørdu, var at byggja upp aftur brennioffuraltarið og at byrja aftur dagligu ofringarnar. Undir stórari mótstøðu á staðnum og við longum steðgum verður sjálvur tempulsins høvuðsbygningur bygdur.

 

Templið, sum varð bygt eftir útlegdina, skuldi vera í staðin fyri tað, sum varð lagt í oyði av bábylonarunum hálvthundrað ár frammanundan. Tað gamla templið hevur verið kallað Salomons tempul eftir frásøgnunum í 1. Kongabók um, at tað varð bygt og vígt av

 

Salomon kongi. Tað nýggja, sum ofta verður kallað tað seinna templið, er bygt á undirstøðið av Salomons templi, og miðað varð eftir, at tað skuldi vera so líkt Salomons templi sum gjørligt.

 

Kapittul 7-10 í Ezra Bók sigur frá um tann skriftlærda prestin Ezra og hansara djúptøknu ábótar avrik í Judeu. Ezra hevur av persarakonginum fingið heimild til fyri persiskan skattapening at búgva templið út við øllum, sum er neyðugt, og at handhevja lóg og rætt hjá Gudi sínum í landinum.

 

Ezra avrik hevði tvey tyngdarpunkt. Partvís skilti hann øll fremmand burtur úr Ísraels fólki – ikki minst við at ógilda blandað hjúnaløg. Partvís las hann upp ta samlaðu lógina fyri fólkinum og pliktaði tey at fylgja henni (Nehemia Bók kapittul 8-10). Hetta avreksverk hevur seinni givið Ezra eina sera stóra stjørnu í jødiskari tilvitan.

 

Søgan hjá Nehemia verður fortald í Nehemia Bók kapittul 1-7 í egsniði. Nehemia var í trúnaði munnskeinkjari hjá persarakonginum, men tá ið hann frætti, hvussu fátæksligt stóð til heima í Jerúsalem, fekk hann loyvi frá kongi at fara heim og endurreisa býarmúrarnar. Hetta arbeiðið skipar Nehemia fyri við at geva teimum leiðandi jødisku familjunum í Jerúsalem og økinum uttanum ábyrgdina av hvør sínum parti av múrinum.

 

Eftir bert 52 døgum er hann bygdur uppaftur. Portur verða sett í, og skipað vaktarhald verður sett. Eisini hendan byggingin av múrinum møtti mótstøðu á staðnum og fór fram við vápn í hond.

 

Samanlagt kunnu Ezra og Nehemia bøkurnar geva ta fatan, at endurreisingin av býnum og av templinum hóast mótstøðu gekk skjótt, men verður farið í smálutir, og verða konganøvn, sum eru partur av frásøgnini í Gamla Testamenti, samanborin við stjørnartíðirnar hjá persisku kongunum, bendir nógv á, at tilgongdin ikki var komin at enda fyrr enn langt inni í 400-talinum f. Kr.

 

Bíbliulesiætlanin 2019-20