Lurta
- Dreymarnir vóru ikki úrslitaleysir
26.08.2020

Tað var við blandaðum kenslum, nú hon, Carolina Litsure, hevði á hondum nýumsettu Bíbliuna á hennara egna móðurmáli.


Mosambik: - Eg kenni bæði gleði og dapurleika: Tá ið vit byrjaðu umsetingina í 1975, vóru vit trý, ið byrjaðu. Nú, eg standi eftir einsamøll, hevði eg viljað, at hini saman við mær og fólki okkara kundi hátíðarhildið hesa stóru løtuna.


Henda dreym høvdu vit mangan í huga saman. Nú er dreymurin veruleiki. Dreymur okkara var ikki úrslitaleysur!


Umsetingin byrjaði fyri meira enn fjøruti árum síðan, beint eftir at Bíbliufelagið í Mosambik var stovnað. Endamálið var at fáa Bíbliuna umsetta og prentaða á okkara egna móðurmáli, sum landsins 424.000 xirhonga talandi, lættliga kundu skilja.


Myndatekstur: Carolina Litsure við umsettu Bíbliuni í desember mánaði 2019


Kelda: Bibelgaven/mynd: Lazaro Chivite
Henry Debes Joensen, umsetti