Lurta
Sterkur vitnisburður um Covid-19 sjúkling
27.08.2020

Konan Joei, trúði ongantíð, at maður sín, Noel, fór at gerast partur í hagtalsyvirlitinum av álvarsomu Covid-19 sjúkuni á Filipsoyggjum. Kortini hildu tey fast við Guds lyfti um hjálp og grøðing. Tey vónaðu, at vitnisburður teirra fór at kveikja vón og trúgv á neyðarstøðuni. Joei sendi sosialu miðlunum sannar upplýsingar. Hon segði teimum, at tey bæði leingi bóðu til Guds um grøðing og sleppa at kunngera teirra søgu. Læknarnir buðu okkum vera umhugsin og ansin. Tað hildu vit eisini.


Noel hevði fepur í fleiri dagar. Tey tóku bæði eina potakanning. Hon var negativ. Níggjunda dagin fekk hann andingatrupulleikar. Tey skundaðu sær at fáa hann innlagdan; men á sjúkrahúsinum var eingin sjúkrastova tøk, har hann kundi vera. Eitt fyribils tjald var sett upp uttan fyri sjúkrahúsið. “Hetta gjørdist bæði honum og mær við, eitt satt sálarstríð,” segði hon. Kortini hildu vit fast við Guds lyfti um hjálp saman við húsfólkinum.


Hon sigur, at biðitíðin at fáa sjúkrastovu fór at taka 3-4 dagar. Familjan, húsfólkið vinir annars og prestar okkara bóðu fyri honum. Næsta dagin varð stova tøk, sum hýsa kundi Noel. Hetta var eitt satt Guds undur og bønasvar.


Úrslitið av potingini kom, ið játtaði Covid-19 støðu hansara. Sama hvussu, var Gud okkara hjálp.


Guds sigur á krossinum


Medisinsku læknarnir høvdu givið honum at byrja við heilivág, ið ávirkaði livrina meira enn gott var. Hesin heilivágur var tí steðgaður. Hóast hetta, batnaði sjúkan dag eftir dag. Hann stríddist fyri lívi sínum; men tað var Gud, ið veruliga stríddist fyri hann. Noel og eg hildu fast við sigur Guds á krossinum. Hvønn morgun eftir morgunábitið, høvdu vit eina bønastund:

 

Álitið á Gud vaks fyri hvønn dag. 10 dagar gingu og hann batnaði fyri hvønn dag. Læknarnir hildu framstigini vera merkisverd. Í dag endiliga batnaður so mikið, at hann varð útskrivaður. Joei var enn meira glað, tá hennara testingar vóru negativar. “Tann Gud, vit tæna, hevur gjørt mikil undur,” segði hon.

 

GOD TV DAILY/Christa Gomez
Henry Debes Joensen, umsetti