Lurta
Kreppan leitt okkum nærri Gudi
02.09.2020

Tað er ofta í mótgongstíðum, at kristinfólkið í Kina søkir Gud. Í løtuni hevur koronuútbrotið gjørt, at kinesarar í hópatali leita til Bíbliuna at finna sær og sínum hjálp.


Í Kina hevur fólkið fingið álagt strangt sóttarhald og eingi stevnuhald. Longda frítið uttan løn, og mangar frítíðaravmarkingar. Í onkrum býum hava einans tvey í hvørjum hásarhaldi loyvi at fara av húsum til neyðugt vørukeyp, antin annanhvønn – ella so sjáldan sum eina ferð, fimtahvønn dag.


Tó, ongantíð so galið, at hetta ikki gagnar onkrum: Við avmarkingum, sum eisini forða kirkjum og samkomum at savnast, gera, at kristin og onnur hava betri stundir at lesa Bíbliuna heima.


Í landsbygdini, Longshi, í landspartinum Sichuan, í útsynningspartinum av Kina millum vøkru Ermaj-fjøllini, stendur katólsk kirkja. Í henni savnaðust meira enn 400 trúgvandi tríggjar ferðir um vikuna. Í dag er hetta ikki loyvt. Húsfólkið savnast tí saman við næstingum og ættarfólkum í heimum at lesa Skriftina.


-Eg eri nú vorðin gamal, og brátt fari eg leiðina úr hesum heimi. Áður las eg tíverri millum nakað og einki í Halgubók; undir avbyrgingini las eg, bara avbrotin svøvnløturnar, uttan íhald í samfullar 10 dagar. Steðgaði serstakliga á við teimum tekstum, ið viðvíktu fyrigeving Guds og kærleika. Tað, eg eigi eftir av døgum fari eg at lesa Bíbliuna, sigur Meng.


-Mong byrja við Fyrstu Mósebók og lesa í minsta lagi 10 kapitlar hvønn dag, sigur systir Meng, Jiumei. Hon er katólsk nunna, ið ger tænastu í Longchi kirkjuni.


Trúgvandi í Kina hungra eftir Guds orði. Nakað, ið gevur teimum vón og styrki trupla gerandisdagin. Latið okkum minnast trúarsystkin okkara í bønum okkara og minnast at veita Bíbliufelagnum peningaligan stuðul, so at felagið framhaldandi kann veita fólki Bíbliur og annað.


Myndatekstur: Trúgvandi í Kina hungra eftir Guds orði, ið bera kann teimum vón og styrki at fara undir hvønn truplan gerandisdag.


Kelda/Bibelgaven
Henry Debes Joensen, umsetti