Lurta
Kirkjudyrnar nú upplætnar
10.09.2020

31. mai, aftaná ein fýra mánaðar steðg, fingu fyrstu kirkjurnar í Kina loyvi at opna dyrnar aftur.


Tað eru lokalu myndugleikarnir, ið gera av, hvørji tiltøk eiga at verða galdandi á einstøku økjunum. Tí halda einstøku pastorarnir fram at boða orðið í talgildu miðlunum.


Ikki allir kinverjar hava møguleika at fylgja sjónvarpsgudstænastum um netið ella møtast á talgildum pallum.

 

Fyri teir er upplatingin av kirkjunum kærkomin. Tað er gjøgnum kirkjurnar, at Bíbliur kunnu verða býttar út í Kina. Tí hevur eisini bíbliusølan verið rakt av koronukreppuni.


Í mongum øðrum londum eru kirkjurnar framvegis stongdar; og bylgjur av virussmittum gera, at kirkjurnar av nýggjum verða stongdar.


Haldið tí á, allastaðni at biðja fyri kristnu brøðum og systrum okkara, har kreppan rakar!


Kelda/Bibelgaven
Henry Debes Joensen, umsetti.