Lurta
Gátuførar leivdir funnar í Jerusalem
16.09.2020

Gátuførar leivdir við ímyndum, ið umboða bíbilsk tíðarskeið hjá kongum, vórðu fyri stuttum funnar í Jerusalem.

 

Prýðilig byggimynstur helst frá tíðini, kongarnir Hizkia og Jósia vóru uppi á døgum.

 

Gátuførar leivdir


Fornfrøðingar í Ísrael varnaðust undir útgrevstrinum henda bygnaðarliga byggilut saman við øðrum gátuførum leivdum við Armon Hanatziv gongugøtuna í Jerusalem.


Í trimum støðum vórðu funnir lutir, har rist vóru nøvn, ið ímynda kongaríkini, Juda og Ísrael. Sama ímynd stendur á 5 sikla jødisku myntuni av statinum Ísrael. Sagt verður, at hesar stava frá 960 f.Kr til 586 f.Kr. sambært Ísraels Antiquities Authority, embætisfólki.


“Hesir fornlutur úr steini eru evnaðir úr bleytum kálksteini við prýðiligum í byggilistaligum útskurðum, kend sum *proto-aiolisk*- kendasta visuella kongliga bygningsverki í fyrstu tempultíðini og ímyndini frá tí tíðarskeiðnum,” segði Antiquities Authority, í eini viðmerking.


“Týdningurin av hesum listaliga motivi sum eina ímynd, ið umboðar kongaríkini Juda og Ísrael, fekk Bank of Israel at velja hana sum ta mynd, ið ímynda skal statin, Ísrael.”

 

Bíbilska tíðarskeiðið


Stórslitnu bygningamynstrini, læt helst bíbilsku kongarnir, Hizkia og Jósia evna, sambært Yaakov, embætismanni.


Fram við teimum trimum vegastrekkjunum vóru í síðstu viku, funnir partar av ómetaligu vøkrum vindeygarammum. Óvæntaða hendingin, fekk embætismannin at undrast, tí hesir fornlutir lógu omanyvir hvørøðrum og mundi helst vera ogn hjá einum av kongunum í judaríki.


“Í løtuni er torført á netinum at koma við nakrari loysn av hesum loyniliga eindømi,” segði Jaakov.


Myndatekstur: Gátuførar fornaldarligar bíbilskar leivdir og ímyndir frá kongatíð Juda- og Ísraels, funnar í Jerusalem.


Eftir Rhoda Gayle
Henry Debes Joensen, týddi