Lurta
Genta var skjót í vendini at biðja til Guds fyri lívleysa, 12 ára gamla bróðrinum
19.09.2020

Ein genta, ið mist hevði 12 ára gamla bróðurin av eini druknivanlukku, gjørdi bøn yvir bróðrinum. Guds kraft gav seg til kennar, og undur hendi.


4. juli á hvørjum ári, hátíðarhalda Floyd húskið saman við øðrum ættarfólki at vitja strondina í Norðurkaroleina. Hetta vekur góð minnir; men útferðin hagar í 2019, gjørdist bæði ein

sorgar- og gleðisferð.


Druknivanlukka


Bróðir Lilys, Levi, lá í grunna sjónum í vatnskorpuni, lívleysur, druknaður. Hevði spælt og hugnað sær saman við systkinabarni sínum. Tað var so stutt síðan, teir apældu saman, til Levi lá lívleysur í vatnskorpuni. Pápi drongin var skjótur hjá soni sínum. Tók hann í føvningin. Hann fekk seg illa at trúgva sínum egnu eygum. Tað kendist, eins og hann hevði ligið í sjónum fleiri dagar.


Ein teirra úr húskinum var sjúkrarøktarfrøðingur. Hon gjørdi í skundi eina CPR-skanning av dronginum, sum váttaði skjótt, at har var eingin pulsur ella æðrasláttur. Eingi lívstekin. “Hann er farin, als eingin pulsur!” Fór í skundi undir at gníggja føturnar og at biðja til Guds meira enn nakrantíð.


Vónloysi


Pápin bønaði og bað til Guds í Jesu navni yvir soninum. “Góði Jesus, ver soni mínum miskunnsamur,” bønaði hann. Tvær sjúkrasystrar, ið av tilvild vóru á strondini, hjálptu eisini, alt tað, tær kundu at veita Levi hjálp.


Hildið var fyri vist, at Levi var farin. Arbeitt varð uttan steðg at skúgva niður á bringuna og at veita eftirgjørdan andadrátt og biðja til Guds um hjálp.


Brádliga, í øllum ruðuleikanum, hoyrdist Levi við piprandi rødd syngja og tilbiðja Gud. Mamman segði, at saman tóku vit øll undir at syngja í kór og lovprísa Gudi. “Tað var eins og ein elektrisk megi streymaði gjøgnum meg frá høvur til fóts. Gloymi hetta ongantíð.”


Tá øll saman við mammuni tóku undir at syngja; varð alt í einum broytt. Pulsurin ella æðraslátturin var farin at virka. Versið: “Hann er tín; hann er tín; áh Gud, um ævir er hann tín, ja, um ævir tín!”


Velduga hendingin verður ongantíð gloymd, men goymd!


Eftir Christel Berns, 12. sept. 2020

Henry Debes Joensen, umsetti