Lurta
88 lond innan alheims bíbliuarbeiðið hátt
23.09.2020

Koronusmittan hevur gjørt, at bíbliubúðir mugu lata aftur; starvsfólk sendast til hús, og inntøkurnar ógvisliga minkaðar. Bíbliuarbeiðið hátt í 88 londum.


Í farna hálva árinum hevur alheims bíbliufelagð havt fleiri kreppufundir. Kunnað hevur verið um álvarsamar búskapar fylgjur, ið gerast meira týðiligar sum mánaðirnir ganga. Útgonguforboð og trygdartiltøk hava stongt eina bíbliubúð fyri og aðra eftir. Koronusmittan steðgaði bíbliusøluni, meðan eftirspurningurin at ogna sær eina Bíbliu var bestur – sum altíð hendir undir kreppum, tá ið avgerandi andligir spurningar skulu svarast.


Øllum leingjast eftir einum vanligum gerandisdegi og vanligum samfelags viðurskiftum, og at bíbliubúðurnar aftur kunna lata upp. Í 88 londum eru bíbliubúðirnar hjá alheims bíbliufelagnum við at lata aftur og 500 umsetingar og útbýtisverkætlanir steðga – hesar verkætlanir sum hava møguleikar at kunna verða milliónum av menniskjum til gleði og gagns.


“Í løtuni hevur koronukreppan fingið sølur av Bíblium at falla, júst sum bíbliueftirspurningurin var vaksandi og andligum spurningar svaraðum.”


Nógvastaðni veita bíbliumedarbeiðarar hart raktum húskjum veruliga fyrstuhjálp, og samstundis ganga teimum á møti, tá viðvíkur at fáa tørvin á bíbliufrásagnum mettaðan. Teirra arbeiði undirstrikar stóra tørvin at hava bíbliuarbeiðið gangandi.


Hjá kristnum setur kreppan ógvuslig spor

 

Kreppan hevur ávirkað meira enn triðingin av trygdarskipanini hjá bíbliufeløgunum og eina fallandi bíbliusølu. Tað er veruliga eingin peningur at løna starvsfólkunum. Sjálvt tey mest virknu, ið stíla fyri, liva undir einum alt ov hørðum trýsti. Búskaparstøðan rakar eina røð av bíbliufeløgum ógvuliga meint, serstakliga har, trýstið og harðskapurin móti teimum kristnu alsamt er vaksandi og fólk mugu taka til rýmingar. Koronukreppan kann vissuliga fáa bíbliumedarbeiðarar at søkja burtur fyri at komast undan sínum óstøðugu viðurskiftum, júst nú mest leikar á hjá bíbliufeløgunum.


Stovnseta samhugagrunnar


Bíbliufeløg verða forðað í sínum verkætlanum við at umseta og at býta út Bíbliur, og á heimsstigi er talið av kreppuraktum verki nógv vaksandi:

 

  • Bíbliuútbýting 82
  • Bíbliuumsetingum 164
  • Bíbliuverkætlanum í lesivenjingum og bíbilskari sálarhjálp 249

Sameindu bíbliufeløguni hava stovnsett samhugagrunn, ið stuðla skal bíbliuarbeiðinum í teimum 88 londunum. Fíggingarætlanin skal gjalda medarbeiðarum og bíbliufeløgunum húsaleigu.


Pressað bíbliufeløg fáa umframt við netbornari sølu peningaligan stuðul og at medarbeiðararnir í longdini kunnu fáa eitt sindur av hjálp til dagin og vegin.


Hóast líðing og fløktar umstøður og forfylgingar, segði Paulus ápostul, at hann ongantíð misti mótið í tænastuni.


Annað Korintbræv 4,1. og 16.v. “Tess vegna, við tað at vit hava fingið hesa tænastu, soleiðis sum vit hava fingið náði til, falla vit ikki í fátt, men um so okkara ytra menniskja ferst, tá verður tó okkara innara menniskja endurnýggjað dag frá degi.”


Ljósglottar á leiðini


Hóast 88 bíbliufeløg eru rakt búskaparliga, eru tó lond, har umsetingararbeiðið heldur fram, stórt sæð, ótarnað. Hetta eydnast, takkað verið tøknufrøðini, har ráðgevarar frá sameindu bíbliufeløgunum hjálpa staðbundnum umsetarum á netinum.


Seinastu 10 árini er samarbeiðið tvørtur um landamørk skilliga betrað til gagns fyri umsetingararbeiðið.


Bibelen og Verden/Synne Garff
Henry Debes Joensen, umsetti