Lurta
Leyvskálahátíð
30.09.2020

Triðja av teimum jødisku hátíðunum, tá ið nógvir jødar fóru til Jerusalem fyri at hátíðarhalda høgtíðina.


Meðan páskir og hvítusunna lógu um várið, var leyvskálahátíðin um heystið.


Fólk búðu í smáttum bygdar av bløðum av trøum. Harav navnið leyvskáli. Hetta var ein gleðisveitsla, sum jødarnir hátíðarhildu til minnis um oyðimarkarferðina hjá ísraelsfólki.

 

Í Nýggja Sáttmálanum verður hátíðin bara umtalað í Jóannesar frásøgu um Jesus.

 

Hetta er ein av teimum hátíðum, har Jesus nýtir høvið at vitja Jerusalem.


Nýggi Sáttmálin