Lurta
Met: 1,8 milliardir Bíbliur eftir fimm árum
09.10.2020

2019 var metár, tí ongantíð áður hava bíbliufeløgini býtt út so stórt tal av Bíblium.

 

Bíblian í tølum:

 

Aftanfyri tølini eru eisini aðrar góðar søgur: alt fleiri og fleiri lesa ymiskar bíbliuútgávur í ymiskum støddum og sniðum.

 

Í 2019 vórðu 3,7 milliónir Bíbliur, ætlaðar børnum og ungum, býttar út. Størsta talið, 1,27 mill. til Afrika, meginlandið við heimsins yngstu íbúgvum.

 

Vaksin, ið læra at lesa og skriva, saman við einum hóskandi tali av skriftligum bíbliutilfari, fingu í 2019, 4,5 milliónir smárit o.a. til teir nýggjastu lesararnar. Meginpartin latin íbúgvum í Mið- og Suðurameriku.

 

Stóri vøksturin, ið taka niður (downloada) Bíbliuna, endurspegla heimsfevnandi myndina at internetbrúkarum.

 

í løtuni eru meira enn 4,5 milliardir menniskju, (59% av heimsins íbúgvum), virknir netbrúkarar.

 

Mið- og Suðuramerika høvdu nógv flestu niðurtøkurnar. Niðurtøkurnar av sponsku Bíbliuni vóru næstan 3,2 millióna ferðirí Mið- og Suðuramerika, og í Brasil 1,7 millióna niðurtøkur av portogisisku Bíbliuni.

 

Í Asia var talið av niðurtøkum á fyrsta sinni oman fyri milliónina í 2019, meðan bíbliufeløg í Europa høvdu methøgar niðurtøkur hetta árið. Meira enn helmingurin av Bíblium vórðu býttar út beinleiðis á netinum.

 

Síðan 2014 eru so mangar Bíbliur býttar út, at tað svarar til fjórðingin av heimsins íbúgvaratali.

 

Tó eru framvegis støð í heiminum, har náttúrligar, likamligar bíbliuútbýtingar hava trong og ótrygg kor. Í staðin eru bíbliuniðurtøkurnar metvaksnar seinasta árið.

 

2019 setti met í tølum av Bíblium, ið vórðu býttar út; og næstan fjórðingurin talgildar, tiknar niður. Landslutir í Asia, Mið- og Suðuramerika, Evropa og Miðeystur, upplivdu øll ein týðiligan vøkstur - í fyrstu syftu, tí mong menniskju taka niður Bíbliuna.

 

Myndatekstur: 3,7 milliónir barna- og unglinga bíbliur vórðu býttar út í 2019. Størsta talið til Afrika, meginlandið, ið hýsir heimsins yngsta fólkatali. Foto: Andrea Rhodes

 

Kelda: Danska Bíbliufelagið

Henry Debes Joensen, umsetti

 

Sí yvirlit her...