Lurta
Nýggj barnabók
09.10.2020

Guds undurfullu orð, er spennandi og mennandi barnabók. Í bókini eru tvey bíbliuørindi og tvær vakrar myndir á hvørjari opnu.

 

Myndirnar á vinstru síðu eru at lita og myndirnar til høgru, eru ætlaðar til tær hundraðtals skavimyndirnar á myndaørkunum í lummanum fremst í bókini.


Bíbliuorðini geva íblástur til myndirnar, men tað er heilt upp til barnið at gera av, hvussu myndirnar skula litast og hvar skavimyndirnar skula festast.


Tað er forlagið BÓKIN hjá Føroyska Bíbliufelagnum , sum gevur bókina út. Hon fæst í bókasølum kring landið og kostar 169,- kr.


Nærri kunning fæst við at venda sær til aðalskrivaran hjá Bíbliufelagnum, Gunnar K. Nattestad á tlf. 787826.


Filmur um bókina er á FaceBook síðuni hjá Bíbliufelagnum. Trýst her...