Lurta
Átakið: jólabarn
12.11.2020

Við gávueskjunum er gleðiboðskapurin um Jesus Kristus borin milliónum menniskjum, siga umboð fyri Christmas Child átak Edward Graham’s.

 

Abbasonur kenda evangelistin, Billy Graham, Edward Graham, hevur rósandi orð um Christmas Child átakið. Sambært Edward, hevur ein mongd av børnum fingið at hoyra kristna boðskapin.

 

Átakið: jólabarn


Átakið, Christmas Child, hava givið gávufyltar skógvaeskjur til børn, ið umfata meira enn 160 fólkasløg um allan heimin, ið búgva á torførum økjum, øki, ið eru tvørlig at røkka.


Eskjurnar eru fyltar við leikum, skúlaamboðum, ymiskum bíbliu smáritum, ið siga søguna um Jesus og bera kristna boðskapin um hann, ið røkkur út til milliónir av menniskjum.


Næstovastin fyri átakið sigur frá, hvørjar ávirkanir gávueskjurnar hava á børn, vaksin, ja eldri við, um hvussu Gud nýtir eina vanliga skógvaeskju at umskapa lívið hjá mongum børnum.


Skógvaeskjan, ein pallur fyri boðskapin


Millum teirra, sum fingu skógvaeskir, var Himbaættin, sum býr í eini landsbygd í Afrika. Hesi, ið telja umleið 50.000, eru nomadar. Hesi liva og virka sambært gomlu fedranna trúnni. Áður stóðu tey ímóti evangeliska boðskapinum; men seinni, tá Christmas Child byrjaði átakið “jólabarn” vóru tað 130 børn í eini bygd, 46 ung og 6 vaksin , ið fingu eyguni upplatin. Gávurnar og gleðiboðskapurin um Jesus, læt eygu teirra upp og vakti áhuga.


Hesi fingu øll setningar úr Bíbliuni at hugsa um í 12 pørtum. Hugurin at vita og læra meir um Jesus, gjørdist góður og eisini at fáa lært foreldur og húsfólk annars at kenna Jesus. Fylgið innan himbafólkið, ið hoyra vildi gleðiboðskapin vaks í hvørjum og jørð latin teimum at dyrka.


Í dag hevur landsbygdin fingið sína fyrstu kirkju, sum 100 himbafólk kunna koma saman í at tilbiðja og takka Gudi, sum í Jesusi hevur gjørd tey øll glað og trúgvandi.


Edward staðfestir, at eins og tað, vit sóu í Mexiko, so eru fólkini í landsbygdini sera glað og takksom fyri teirra kirkju, har tey kunna koma saman at tilbiðja Harran. Hesi ynskja eisini, at aðrar bygdir við, sum eru teirra nærmastu grannar kunna fáa part í hesum ríkidømi og at hoyra boðskapin um Jesus. “Hetta eggjar og gleðist eg um.“


Hann legði aftrat: “Gud nýtir nakað so einfalt sum eina skógvaeskju, fylta við leikum og mongum vøkrum og virðismiklum lutum, ið fyllir sinnið og sum ger tey glað og hugtikin."


Christian Post
Henry Debes joensen, umsetti