Lurta
Suðursudan eitt land, ið ber líðingar og kvøl
17.11.2020

Analfabetisman í Suðursudan fevnir víða og er eitt satt vandamál. Bara 27% av teimum vaksnu kunna lesa og skriva; og fá útbúgvingartilboð til børn og vaksin eru.


Suðursudan: “Biður um frið hvønn dag!”


24 ára gamla Monica kendi ikki bókstav og kundi fyri tveimum árum síðan ikki lesa nakra reglu. Eitt venjingarskeið við Bíbliuni sum grundarlag, opnaði fyri henni ein nýggjan heim.


Bíblian legði grundarlagið. Í kirkjuliðnum fór ein av teimum eldru at læra seg at undirvísa fólki og hava lesivenjingar úr Bíbliuni, sum Bíbliufelagið legði til rættis. Aftaná vóru tey skipað í bólkar. Í fyrstuni var Monica nakað smæðin og hevði lærutrupulleikar og ætlaði at gevast. Men so eydnaðist henni at duga at lesa fyrsta versið úr Bíbliuni. Hon dugdi frammanundan fleiri søgur, sum hon hevði lært av at ganga trúliga í kirkju.


“Bibliusøgurnar birta vón”


“Eg var eydnusæl um hvørt framstig og helt íðin fram og lærdi so við og við betri at lesa og minnast tað, eg las. Bíbliuskeiðið vardi eitt helt ár. Eg fekk mína egnu Bíbliu. Í henni varð dúgliga lisið. Bíbliufelagið gav mær loyvi at lesa alt ígjøgnum, eg hevði lisið á bíbliuskeiðnum. Tíðin á skeiðinum broytti á mangan hátt lív mítt.”


Alt síðani havi eg lisið við hvørja gudstænastu. Skeiðið gjørdi meg dúgliga at fara undir sjálv at bjóða fólki á bíbliuskeið í lesivenjingum. Takkað verið hennara stóra lesihuga og ídni, hevur hon í dag fingið eitt betri lønarligt arbeiði. Hennara yndisvers úr Bíbliuni, er (Matt 5,9) “Sæl eru tey friðsomu, tí at tey skulu verða kallað Guds børn.“


“Versið rørir meg: Gud veitir mær sum barni sínum ein óendiligan kærleika. Tað veitir mær styrki at elska næsta mín. Bíbliusøgurnar boða okkum vón um fyrigeving syndanna og at liva í sátt og semju. Saman kunna vit vinna á líðingum og fíggindaskapi í landi okkara. Hetta trúgvi eg og vil fegin rætta hetta víðari til lesibólkin á skeiðnum og á teimum skeiðum, mær unnist at skipa.”


Tveir triðipartar av íbúgvunum kunnu hvørki lesa ella skriva. Hvaðan kunna hesi tá kenna Guds kærleika? spyr Monica, ið sigur frá tí stóra ótta, fólk mítt ber í landi mínum og okkara.


Tørvurin á útbúgving er týdningarmesta atvoldin til allar ósemjurnar. Tí býður Bíbliufelagið lesivenjingar úr Bíbliuni

 

“Gud ynskir, at øll menniskju skulu liva saman í friði. Mong í landinum kenna ikki Bíbliunnar boðskap.

 

Vegna fátækdømi hava flestu ikki ráð at keypa sær eina Bíbliu. Mong duga ikki at lesa, tí tey onga skúlagongd fingu vegna borgarakríggið. Mong líða harðskap og skelkandi viðferð. Hatur og hevnd stýra teirra hjørtu. Guds kærleiki veitir okkum styrki at elska næstan.”


“Gud ynskir, at øll skulu liva saman í friði. Mong í landinum kenna ikki Bíbliunnar boðskap.”


Steðgur hevur verið millum ríkisstjórn og ófriðarkroppar undir koronukreppuni, men konur og børn muga framvegis stríðast við djórahaldi, jarðarognini og fáa reint vatn til høldar mangastaðni í landinum. Bíbliunnar boðskapur um fyrigeving og sáttargerð kunna hjálpa okkum at vinna á harðskapinum.

 

Monica er vorðin sendiharri fyri friði og sáttargerðum. Bíblian er henni ein hjartasøk, tí hon hevur upplivað, hvussu hetta kann broyta lív menniskjunnar. Størsta ynski hennara er at veita hjálp.


Synne Garff. International chef
Henry Debes Joensen, umsetti