Lurta
Nýggj Bíbliulesiætlan
26.11.2020

Bíblian er Guds livandi orð, og hóast orðini eru prentað sum øll onnur, so gerast tey livandi við Guds Heilaga Anda. Tí er tað neyðugt hjá okkum, at lesa í Bíbliuni fyri at fáa mat til sálina.

 

Men nógv stríðast við at koma í gongd og halda á. Ein Bíbliulesiætlan er gjørd júst sum ein hjálp at lesa regluliga og í samanhangi. Tað er sum ein kalendari við útvaldum tekstum til hvønn dag í árinum, og hvønn sunnudag samsvara tekstirnir við tekstarøðina í Fólkakirkjuni.

 

Hvar er bíbliulesiætlanin at fáa?

Hon er at fáa um alt landið í kirkjum, fríkirkjum og samkomum. Einstaklingar kunnu bíleggja eina ókeypis Bíbliulesiætlan frá Føroyska Bíbliufelagnum á tlf. 787826 ella t-posti: biblia@biblia.fo

 

Tær høgu tíðirnar!


Tá Gud skapti himmal og jørð, skapti hann eisini ymsar tíðir og høvið. Hann gjørdi skilnað millum dag og nátt, millum gerandis og heilagt.

 

Hesum stevi fylgja vit enn í dag, hóast skilnaðurin er vorðin nakað kámari seinastu árini, har vit hava trupult við at seta tíð av til hvílu. M.a. miðlar og handilslív gera minni mun á degi og nátt, og vit nærkast sokallaða 24/7 – samfelagnum, har alt skal bera til alla tíðina. Tað er sum hava vit gloymt, at hvíld er ein tíðandi partur av stevinum.

 

Í kalendaranum eru høgtíðir og halgidagar. Tey mynda stevið í kirkjuárinum, við advent og jólum, páskum og hvítusunnu. Høgtíðirnar eru høgar tíðir. Tað eru tíðir og dagar, ið hevja seg upp um tann dagliga meldurin.

 

Um vit siga, at tað gerandisliga er vatnrætt, so eru høgtíðirnar loddrættar. Tað er tað himmalvenda, sum ger munin. Vit hyggja upp um tað dagliga og loyva Gudi framat: „Hann okkum skapaði, og hansara vit eru, hans fólk og tað fylgið, hann røktar.“ sigur skaldið í Sálmi 100,3.

 

Kirkjufaðirin Augustin skrivar eisini soleiðis: „Harri, tú hevur skapt okkum til tín. Okkara hjørtu kunna ikki hvíla, fyrr enn vit hvíla í tær“. Øll hjørtu hava tørv á stevi og kós. Og tað er júst tað, sum dagligur bíbliulestur gevur - stev og kós. Ein løta í Bíbliuni, er høvið til umhugsan, undran og eftimeting.

 

Hvíldin kemur sera sjálvdan av sær sjálvum. Tað ger vanin heldur ikki; tað er nakað vit skula venja okkum til. Men, við at lesa og sodna Guds orð, fáa vit altíð føði í tøkum tíma. Ein skatt við livandi orðum, søgum og bønum, ið hava ævigan týdning.

 

Bíbliulesiætlanin 2020-21, hevur lestrar eftir fyrru tekstarøð til hvønn sunnudag. Hesafer er lesturin til hinar dagarnar í vikuni, serliga ætlaður at geva størri dýpd til lesturin sunnudag. At lesa dagliga í Bíbliuni, letur okkum í til at fylgja stevinum í kirkjuárinum og at taka lut – við orðum til hvílu og til virksemi, lívsdirvi og troyst.

 

Lat okkum halda fast við tað livandi orðið!

 

Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari.
Leysliga umsett eftir Birgitte Stoklund Larsen.

 

Bíbliulesiætlanin 2020-21 kann eisini takast niður her...