Lurta
Menniskjusonurin, eri harri yvir hvíludegnum
28.11.2020

Ein hvíludag fór Jesus saman við lærusveinunum tvørtur um ein akur. Lærusveinarnir vóru svangir og slitu sær øks at eta. Nakrir farisearar sóu tað og søgdu við Jesus: „Tað, sum lærusveinar tínir gera, er ikki loyvt ein hvíludag.“


Hava tit ikki lisið, hvat Dávid og menn hansara gjørdu, tá ið teir vóru svangir?“ svaraði Jesus.


„Dávid fór inn í templið, og teir ótu breyðini, sum lógu frammi á altarinum. Men tað vóru bara prestarnir, ið høvdu loyvi at eta av teimum. Og vita tit ikki, at prestarnir hava loyvi at bróta boðið ímóti at arbeiða hvíludagin, tí teir halda gudstænastu í templinum hvønn dag?


Men her er nakað, sum hevur størri týdning enn templið. Í Skriftunum stendur: „Tit skulu ikki geva mær offurgávur, men heldur hjálpa teimum, ið eru veik.“ Høvdu tit vitað, hvat tað vil siga, so høvdu tit ikki dømt lærusveinarnar, tí teir eru ósekir.


Eg, Menniskjusonurin, eri harri yvir hvíludegnum.“

Jesus helt leiðina fram og fór inn í synagoguna.


Matt. 12,1-9
Nýggi Sáttmálin