Lurta
Advent
02.12.2020

Adventstíðin er fyrireikingartíð til jólahaldið, og samstundis byrjar kirkjuárið her: fjórða sunnudag fyri jóladag. Sjálvt orðið advent er gamal málburður úr latínskari tíð, sum kirkjan síðan hevur tikið til sín. Orðið merkir ”koma” ella ”koming”, og tað er ein ógvuliga hóskandi yvirskrift, tá ið jólini jú eru at hátíðarhalda Jesu komu í heimin sum nýføðingur.


Men verður hugt nærri at teimum bíbliutekstum, sum verða lisnir í kirkjunum í adventstíðini, so vísir tað seg skjótt, at teir hava eitt nógv breiðari úrval av evnum um ”komu” enn bert føðing barnsins. Tað gerst greitt, at evnið hevur greiningar út í alla bíbliusøguna, har vónin um, at nakað heilt nýtt og uggandi fer at koma í heimin, er grundleggjandi og afturvendandi.


Soleiðis eru allir tekstirnir til 2. sunnudag í advent miðsavnaðir um Jesu afturkomu til jarðar, komu menniskjusonarins á himmalsins skýggjum. Tí frásagnirnar um Jesu deyða og uppreisn og himmalsferð eru ikki um, at alt hareftir aftur er sum vant, sum tað var áðrenn hansara virksemi. Tann avgerandi nýggi kunnleikin um Guds kærleika er komin í heimin við Jesusi, og tað skal verða fortalt og breitt út til trúgv, vón og kærleika, inntil Jesu afturkomu.


Í Gamla Testamenti er evnið ”koma” ella ”tann, sum koma skal” nógvastaðni at finna hjá fleiri profetum. Í trongdartíðum og undir álopi av fremmandum maktum hava teir boðað, at Gud Harrin framhaldandi ikki fer at venda andlitinum burtur, men fer at grípa inn og bjarga Ísrael. Ofta hevur hendan vónin verið orðað í lyftum um ein nýggjan, sterkan Ísraels kong, tann salvaða, Messias, sum fer at koma við Guds mátti og rekur fíggindan út og setir eitt friðarríki á stovn.


Tað grundleggjandi í evangeliunum í Nýggja Testamenti og brøvunum er boðanin um, at Jesus úr Nasaret er hesin kongur, sum kemur. Kristus er tað grikska orðið fyri Messias. Men samstundis broytist tankin um tann, sum tey vænta. Nýggja Testamenti lýsir ikki Jesus sum ein krígskong við valdi og makt, men tvørturímóti sum tann spaklynta, fyrigevandi, miskunnsama, sum er komin fyri at lata Guds kærleika til heimin í hold. Tað er høvuðsevnið í adventstíðini.


Bíbliulesiætlanin 2020-2021