Lurta
Iran: Kristnar kvinnur fongslaðar
10.12.2020

Í minsta lagi 4 kvinnur, ið eru leiðarar av lokalum húskirkjuliðum, vórðu fyri stuttum handtiknar í Iran.


Kristin í Iran, eru hvønn dag í vanda fyri at verða handtikin, tí tey eru kristin. Helst eru tað kvinnur, ið eru í størsta vandabólkinum. Tó sigur Mojdeh, sum sitið hevur 40 dagar handan rimarnar, at Gud var í hesi krepputíð sær alla tíðina, nær.


“Eg tænti í einum húskirkjuliði í Iran. Tvær ferðir hvønn mánað var eg í Teheran á leiðarafundi fyri kristin húskirkjulið,” sigur hon við eitt vertsfólk í SAT-7 programminum: ‘Insider Hangameh Borji.’


Kvinnuligir kirkjuliðsleiðarar sum Mojdeh, eru ikki sjáldsamar í Iran. Hóast hesar einki regluligt vald hava á húsfólki og familjuni og almenna lívinum annars, eru tær til stórt gagn innan húskirkjuliðini eisini sum leiðarar. Nógvir av vitnisburðum teirra, sum kristna sjónvarpstøðin SAT-7, bera í øllum Miðeystri og Norðurafrika, verður sagt frá tí stóra týdningi, kristnitrúgv kvinnurnar hava fyri menn teirra, børnum, systkjum og foreldrum.


“Kvinnurnar eru ryggurin í loyndu kirkjuni,” sigur Panayiotis Keenan, rásovasti, hjá SAT-7 PARS, ið hevur sendistøð í Iran.


“Kvinnur eru hátt í metum innan loyndu kirkjuna”


“Tú veitst, hvat tú gert – ert tú ikki kristin?”


Um verk teirra innan familju, lokalsamfeløg annars og húskirkjuliðum, ber hetta vitnisburð um kvinnur, ið sýna ein kristuskærleika. Hjá kvinnum sum Mojdeh kann hetta koma at kosta teimum tilvildarligt fongsulsuppihald og píning.


“Síðstu ferð mína í Teharan, ógvuliga troytt, valdi eg at fara tíðliga avstað hagar og at nátta yvir hjá einum vinfólki,” sigur hon. Undir hesum uppihaldi, varð hon handtikin.


“Klokkan níggju á morgni, lá í fasta svøvni, trína 4 ella 5 menn saman við einum konufólki innar hagar, eg lá. Eg opnaði eyguni og sá fremmandu fólkini, ið stóðu framman fyri seingini og bóðu meg í skundi lata meg í eina hijab. Hetta kendist mær so óveruligt. Eg kendi tað, sum var eg partur av einum filmi.

 

Bóðu meg fylgja við av húsinum. Eg spurdi, hvagar eg skuldi fara. Ein maður segði, at tey høvdu fingið boð um at handtaka teg, so tú ert noydd at bíða og sjálv síggja.”


Mojdeh spurdi, hví hon er handtikin. Svarið, hon fekk, var: “Veitst tú ikki tað? tú veitst, hvat tú hevur gjørt – ert tú ikki kristin?” Tað játtaði eg, at eg var. Vit fingu at vita, at okkara virksemi var ein hóttan móti trygdini, men í veruleikanum vórðu vit handtikin vegna trúgv okkara á Jesus Kristus og eisini tí, at vit vóru evangelisk kristin.


“Vit fingu at vita, at virksemi okkara var ein hóttan móti trygdini, men í veruleikanum vórðu vit handtikin vegna tess, at vit trúðu á Jesus Kristus.”


Sett í fongsul


“Uppihaldið í fongslinum var ræðuligt,” sigur Mojdeh, ið kom at sita í Lakan-fongslinum í Rasht, einum býi 300 kilometrar í ein útnyrðing úr Teheran. Millum tey fongslaðu eru deyðadømdir fangar. Aðrir sita og bíða eftir at verða burturvístir í útlegd og eisini aðrir fyri ymist sum t.d. morð og skøkjulevnað.”


Tað var skitið og dálkað allastaðni. Eg kendi meg eyma og ótrygga. Hvønn morgun klokkan 6.30 ýldi ein lúður,og hvussu veðrið annars var, skuldu vit útum í ein trongan garð. Har skuldu vit gera venjingar og syngja sangir um kollveltingar. Tey, ið vóru komin seinast í fongslið skuldu gera øll vesini rein. Hetta var ein ræðulig uppliving. ” sigur hon.


Kendi Guds nærveru


Ringast av øllum vóru avhoyringarnar. Tær vóru sera eyðmýkjandi. Fyrst av øllum ein kropsskannan, síðan avhoyring, síðan kroppskanning av nýggjum. Eg fór at gráta. Meðan tárini runnu, spurdi eg, hvat eg verði ákærd fyri. Eisini kvinnuligi fangavørðurin feldi tár.”


Mojdeh óttaðist fyri, hvat henda kundi í rættinum og, hvussu langur fongsilsdómurin fór at verða.


Tó kendi eg alla tíðina Guds nærveru, hansara náði og kærleika undir øllum avhoyringunum. Eg hevði langar bønarløtur, serstakliga, tá eg fekk loyvi at vera úti í garðinum. Eg fekk ikki loyvi at hava eina Bíbliu við, men fekk boðað samfangum mínum gleðiboðskapin í løtum.


Mojdeh varð leyslatin aftaná at hava verið 40 dagar í fongslinum. Onnur kristin eru framhaldandi fongslað í Iran og iranska stjórnin strammar takið um tey kristnu, sum í dag bara telja 0,2 % av iranska fólkinum. Sambært keldum í USA um alheims trúarlív og frælsi, so er Iran eitt av teimum londum, har grovastu atsóknirnar móti teimum kristnu eru.


BIBELEN OG VERDEN
Navnið Mojdeh, er samanpentað navn
Henry Debes Joensen, umsetti