Lurta
Bíbliufelagið stuðlar SAT-7
17.12.2020

Stimbran, frálæra, felagsgudstænasta, prát, samrøða og litfagurt fjølbroytni, mennir harttrongdu kristnu minnilutarnar í Miðeystri og boðar samstundis muslimsku samfeløgunum innlit í kristnitrúnna.


Alt síðan byrjan av 1996, hevur fylgisveina-sjónvarpsrásin sent kristiligar barna- og vaksnamanna sendingar í túsundatali um alt Norðurafrika og Miðeystur.


Sendingarnar verða gjørdar av lokalum starvsfólkum í upptøkustovum hjá SAT-7 í Egyptalandi, Libanon, Turkalandi og Kypern og røkka tær umleið 21 milliónum menniskjum.


Nógva sendingar eru beinleiðis, so kristnu arábisku minnilutarnir í Miðeystri og Norðurafrika hava møguleika at ringja og skifta orð um aktuellu støðuna.


SAT-7 framleiðir umleið 80% av sendingunum. Allir vertirnir eru úr  Miðeystri, Norðurafrika, Iran og Turkalandi til tess at gera hóskandi, álítandi og týðandi sendingar til allar bólkar og hyggjarar.


Árliga fíggjarætlanin hjá SAT-7 er góðar 98 milliónir krónur, og verður hetta fíggja av alheims kirkjum og stovnum.

 

Hvat megnar SAT-7?

 

Kristnum, ið als ongan møguleika hava at vera partur av eini kirkju orsakað av kúgan og atsókn, kann SAT-7 stuðla samleikan hjá, við gudstænastu-sendingum og øðrum trúarstyrkjandi tilfari.


Temasendingar eru, ið seta fokus á ymiskar avbjóðingar og viðurskifti innan staðbundnu øki og teirra óregluliga gerandisdag: Barnakor, yvirgangur, mannarættindi, kvinnurættindi og flóttarfólkastreymum.


Skúlasendingar og frálæra fyri børn í flóttarlegum, ið eru avskorin frá allari frálæru annars, vera eisini sendar.

 

Les meira um SAT-7 her: https://sat7.org

 

Føroyska Bíbliufelagið ynskir at stuðla SAT-7.

Tygum kunna hjálpa okkum at stuðla SAT-7 við at flyta pening á hesar kontur:

Merkið flytingina “SAT-7”.

  • BankNordik konta nr. 6460 382 873 7
  • Eik Banka konta nr. 9181 380 777 2
  • Norðoya Sparikassa konta nr. 9865 992 646 6
  • Suðuroyar Sparikassa konta nr. 9870 992 061 8


Henry Debes Joensen, umsetti