Lurta
Hvør ert tú?
19.12.2020

Tá ið jødarnir sendu prestar og levitar frá Jerusalem at spyrja, um Jóannes var Messias, segði hann við teir: „Eg eri ikki Messias.“ „Hvør ert tú tá?“ spurdu teir. „Ert tú Elia?“ „Nei,“ svaraði hann. „Ert tú tann profeturin, sum vit hava bíðað eftir?“ „Nei,“ svaraði hann aftur.

 

„Sig okkum, hvør tú ert, so vit kunnu geva teimum svar, sum hava sent okkum higar. Hvat sigur tú um teg sjálvan?“ Jóannes svaraði teimum við einum orði hjá Jesaja profeti: „Eg eri tann røddin, sum rópar í oyðimørkini: Gerið leiðina beina fyri Harranum.“

 

Teir menn, ið sendir vóru, vóru farisearar, og teir spurdu Jóannes: „Tá tú ikki ert Messias ella Elia ella profeturin, hví doypir tú tá?“ „Eg doypi bara við vatni,“ segði Jóannes, „Men her tykkara millum stendur ein, sum tit ikki kenna; hann kemur aftan á meg, og eg eri ikki verdur at hjálpa honum úr sandalunum“


Hetta hendi í Betania, eystan fyri Jordanánna, har Jóannes doypti.


Jóh. 1,19-28
Nýggi Sáttmálin